Sambært tíðindum her av heimasíðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag, verða tað tey fýra Pál Joensen, Dánjal Martin Hofgaard, Shaila millum Garðarnar og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag sum skulu luttaka fyri Føroyar á Evropeisku Meistarastevnuni í Ungarn, 13.-16. desember 2007.
So siga stjørnurnar sjálvar um Berlin 2007
SwimNews listar her upp ymisk sitat frá svimjistjørnum og -venjarum á World Cup stevnuni í Berlin. Rættiliga áhugavert so tosar Stefan Nystrand m.a. um hvussu hann vegna broyttar matvanar nú ikki hevur havt éin sjúkradag í longri tíð… Nakað sum (svenski) Mats Brisenfeld eisini tók upp á gongini her úti á Formula í morgun, tá ið vit tosaðu um hví Nystrand nú knappliga svam so skjótt.
Mats fylgir betri við í svenskum svimjitíðindum enn eg, og eg taki tí fyri góða vøru tá ið hann sigur at Nystrand hevur havt nógva nyttu av videoanalysu og kostráðgeving í seinastuni. Estiski Rejn Haljand hevur pilkað sundur og bygt upp startin hjá Nystrand, við at filma og vísa Nystrand hvat hann gjørdi galið, og onkur kostráðgevi hevur fingið hann at droppa cola og tílíkt.
Sum tit nokk kunnu lesa millum reglurnar her, so er alt hetta bara leysatíðindi og prát millum tveir svimjiáhugaðar í morgun. Men eg helt tað vera áhugavert at renna seg í hatta við kostvanunum aftur, tá ið SwimNews nú skrivar um Nystrand: “On his change of diet: ‘Since then I haven’t had one sick day. I think I’m on the right way with regard to the Olympics.’ “
Swimnews.net, ein síða til okkum sum vilja síggja svimjing
Jón Bjarnason vísir í telduposti til mín á eina frálíku heimasíðu kallað swimnews.net, har man m.a. kann síggja (og taka niður) video frá stóru svimjistevnunum runt heimin, lesa tíðindi og finna bakgrundsmyndir til telduna. Í 2008 ætla tey sær enntá at vit kunnu selja teimum fotomyndir frá svimjistevnum runt heimin, og har er eisini ein áhugaverd viðmerking um ‘Royalti-Free Imagery‘, sum merkir okkurt a la at vit frítt fara at kunna brúka (onkrar) myndir haðani. Continue reading Swimnews.net, ein síða til okkum sum vilja síggja svimjing
Berlin 2007: 4 heimsmet, 7 evropeisk, og annað
Jón, vit skuldu verið farnir! SwimNews dregur her saman um World Cup í Berlin, og sigur at hendan stevnan burdi verið finalan í World Cup skránni, so væl sum týskarar arrangera og fáa í lag skjóta svimjing. Hartil hevur hann (Craig Lord) eina áhugaverda átalu av stigatalvuni hjá FINA, har hann spyr hví 0,42 sekund av heimsmetinum í 100 frí telja minni enn 0,01 sekund í 50 frí.
Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági
Susvim vann meira enn dupult so nógv gullheiðursmerki sum nummar tvey á listanum, Fuglafjarðar Svimjifelag, nú svimjistevna var í Vági í vikuskiftinum. Pál svam skjótt men spardi seg tó til NJM um tvær vikur. Birita Debes úr FLOT svam seg til eina silvurnál, og Johanna Katrina Bjartalíð úr Reka svam bronsunálatíð. Lesið á susvim.com.
Continue reading Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági
2 heimsmet afturat í Berlin
Stefan Nystrand setti í dag sítt næsta heimsmet á World Cup í Berlin, tá ið hann svam 50 frí í tíðini 20.93 sekund, har gamla metið hjá suðurafrikananum Roland Schoeman var 20.98. Og brasilski Thiago Pereira setti nýtt heimsmet í 200 blandað við 1:53.14, har amerikanski Ryan Lochte átti gamla á 1:53.31. Lesið her og her á SwimInfo.
Her er ein video av heimsmetinum hjá Pereira. Vóni at tit skilja portugisiskt 🙂
Og her er heimsmetið hjá Stefan Nystrand á svenskum
Eisini 2 evropeisk og 1 asiatiskt
Tey svimja skjótt á World Cup í Berlin, her í vikuskiftinum. Stefan Nystrand og Marleen Veldhuis settu sum kunnugt heimsmet, og Laure Manaudou og Antje Buschschulte settu hartil evropeisk met. Franska Manaoudou í 200 frí við 1:53.48, og týska Buschschulte í 50 rygg við 26.94. Hartil var Thiago Pereira heilt nær heimsmetinum hjá Laszlo Cseh í 400 blandað við 4:00.63 og Tae Hwan Park setti asiatiskt met í 400 frí við 3:36.83. Lesið her í SwimNews.
2 heimsmet sett í Berlin
Píka fakar, so gjørdi hann tað! Svenski Stefan Nystrand lovaði fyri vikum síðani heimsmet í Berlin, og svam so í dag teir 100 frí uppá bara 45.83 sekund, í Berlin. Altso fyrsti maður undir 46 sekund, við tað at gamla metið hjá Ian Crocker og Roland Schoeman var 46.25. Hálendska Marleen Veldhuis setti hartil heimsmet í 50 frí við 23.58, sum var akkurát éitt 1/100 sekund skjótari enn heimsmetið hjá Theresu Alshammer frá ár 2000, og 40 ára gamla Dara Torres setti amerikanskt met við 23.82.
Lesið um heimsmetið hjá Stefan Nystrand her á SwimInfo, og um Marleen og Daru her. Ein video av teimum 100 hjá Stefan sæst her niðanfyri.
Skrá fyri Suðuroyar Sparikassa Cup
Viðfest er skráin fyri stevnuna í Vági nú í morgin og ovurmorgin. Vit síggja at luttøkan er rættiliga góð, úr øllum aktivum feløgum í landinum.
Stefan Nystrand sett evropeiskt met í 100 frí
Svenski Stefan Nystrand setti í dag nýtt evropeiskt met í 100 frí á stuttbana, við tíðini 46.48, á World Cup stevnuni í Stockholm. Hetta er samstundis besta tíð í heiminum í ár. Danska Lotte Friis vann 800 frí, svenska Therese Alshammar vann 50 frí við 23.79, og sviar vunnu eisini bæði gull og silvur í 200 frí. Lesið á SwimInfo og í SwimNews.