Venjaraskeið komandi vikuskifti

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so skipar SSF nú fyri venjaraskeiði fríggjadagin og leygardag 4. – 5. januar 2008. Skeiðið umfatar byrjunarupplæring í svimjing: “Hvussu læra vit børnini at svimja?”. Hetta er skeið sum tey bæði Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava mennt og gjøgnumført tvær ferðir við fólkaskúlalærarum, við støði í norsku merkjaskipanini.

Pál Joensen er ársins ítróttarnavn

Pál Joensen varð júst nú kosin at vera ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007, í stóru kappingini “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Hann varð klárt á odda við 2267 stigum. Katrin Olsen varð nummar tvey við 1566 stigum, og Elspa Mørkøre varð nummar trý við 1164 stigum. Til lukku tit trý 🙂

Elspa heim at kappast í januar?

Kringvarpið skrivar her at Elspa skal kappast í 200 blandað nú leygardagin í Esbjerg. Hetta er sum kunnugt greinin har hon fyrr í desember var sera stutt frá at seta danskt juniormet. Og rættiliga áhugavert, so skriva tey eisini, at “gongst sum ætlað, verður Elspa Mørkøre við í kapping her heima fyrst í nýggja árinum”

Hyggja vit í kalendaran hjá SSF, so er kapping her heima annaðhvørt HS-stevnan 13.-14. januar, ella ‘føstulávints-kappingin’ í Klaksvík tann 17. februar. Altso um talan skal vera um kapping ‘fyrst í nýggja árinum’, tí eftir tað er steðgur í kalendaranum inntil FM í apríl.

Landsliðslega í Íslandi nú fyrst í januar

Landsliðsvenjarin Brian Marshall bjóðar nú sambært ssf.fo til fyrstu landsliðslegu í Íslandi, at verða vikuskiftið 4. til 6. januar 2008. Úttikin eru Shaila millum Garðarnar, Bjørg Seloy, Pál Joensen, Kári á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr. Tey fara úr Vágum fríggjadag 4. januar og koma so aftur mánadag 7. januar. Úttiknu svimjararnir hava fingið beinleiðis bræv við nærri upplýsingum um ferðina.

Elspa til Miami í februar

Sportal.fo skrivar her stutt um avgerðina hjá Elspu at flyta niður at venja í heyst, og nú at skifta til danska svimjing. Tey vita at siga at hon fer til Miami á 14 daga venjingarlegu í februar, og at hon nú 29. desember skal luttaka á stórari stevnu í Esbjerg. Kanska hetta verður møguleikin at seta danskt juniormet, sum tey hava skrivað um á sport.fo.

Elspa verður donsk

Sosialurin skrivar í kvøld at Elspa nú skiftir til at svimja fyri danska svimjilandsliðið. Orsøkin er at hon gjarna vil til OL, ið sum kunnugt ikki ber til við føroyska landsliðnum.

Støðan er í løtuni tann, at Elspa umvegis danska svimjisambandið hevur søkt um at fáa loyvi sítt flutt til Danmarkar, so at hon framyvir kann kappast fyri Danmark heldur enn Føroyar. SSF hevur játtað hesum, og í løtuni bíðar hon tí mest eftir at fáa staðfest nær 1 ára karantenutíðin gongur út. Møguliga kann hon kappast fyri Danmark longu á HM í Manchester í apríl.

Tit mugu annars lesa greinina í Sosialinum, tí hon lýsir rættiliga greitt og gjølla teir trupulleikar sum føroysk toppítróttarfólk hava at dragast við. Sovorðið sum at vit ikki hava nakra strekta miðnámsútbúgving, til at gera tað lættari hjá ungum fólki at venja og ganga í skúla í senn. At vit ikki hava nakað veruligt elituítróttarumhvørvi at bjóða teimum, og eiheldur nakra Team Danmark líknandi skipan til at gera tað fíggjarliga og menniskjaliga forsvarligt at brúka so nógva tíð uppá ítrótt, sum ítróttur á hægsta stigi krevur.

Síggi nú at greinin er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Sosialinum. (Ná, ikki longur)

Elspa ger um seg á Flatlondum

Lesið her á sport.fo. Elspa Mørkøre hevur betrað um sína bestu tíð í 200 blandað, so at hon nú svimur 2:18.40 har føroyska metið hjá henni sambært ssf.fo er 2:21.22. Til samanberingar er danska juniormetið  2:17.14, so talan er um veruliga høgt støði hjá Elspu.

Skribenturin á sport.fo hevur eisini rættiliga hvassan kritikk av hvussu SSF forsømir at dagføra síni met á heimasíðuni (og møguliga eisini á offisiellu listunum?). Elspa hevur sett met í 11 greinum síðani hon fór niður, men bara summi eru dagførd á ssf.fo. Og SSF hevur ikki dagført nakað met enn frá DKM, Køge Open, NJM og EM.