Pál Joensen svam 200 frí í tíðini 1:53.06, har hansara føroyska met er 1:51.79. Elspa Mørkøre gjørdist nr 2 í 200 rygg við tíðini 2:16.20, har hennara føroyska met er 2:15.15. Men OK, hinvegin svam Pál 200 bringu í tíðini 2:28.09, og Elspa svam 100 rygg á 1:02.81 í 4 x 100 blandað stafettini, har hennara føroyska met er 1:03.78. Continue reading So-so tíðir á DHM í morgun
Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
“We meet again!”, hava teir báðir Pál Joensen og Jon Rud nokk hugsað, tá ið teir møttust til at skula svimja á geil 3 og 4 í riðli 3 í 200 firvald. Í 1500 frí í morgun vann Pál klárt; men hesa ferð var tað Jon sum slapp at smyrja hin av, hóast hann (Rud) ikki varð nr 1 í riðlinum (tað var Anders Frahm við 2:00.58), og hóast Pál svam undir føroyska metið. Continue reading Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
Flottar undirvatnsmyndir frá Eindhoven
Reuters hevur eina áhugaverda grein her á bloggu síni, um hvussu ein professionellur myndamaður tók undirvatnsmyndir á evropeisku meistarastevnuni í Eindhoven. Einar 122 myndir hjá honum kunnu síggjast her á Reuters, ið klárt vísa armtaksteknikk og annað hjá nøkrum av størstu svimjistjørnunum í heiminum.
Libby Trickett undir 24 í 50 frí
Avstralska Libby Trickett (fødd Lenton) hevur í morgun við tíðini 23.97 sett nýtt langbana heimsmet í 50 frí hjá kvinnum, og er harvið fyrsta kvinna undir 24 sekund í 50 metra hyli. Harvið eru átta heimsmet sett á avstralsku úttøkumeistarastevnuni til olympisku leikir; tvey fleiri enn á teirri annars framúrskarandi evropeisku meistarastevnuni. Lesið her á SwimNews.
Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Tað er kapping nr 7 á Danske HoldMesterskaber í morgun, og Pál skal svimja í riðli 3 av 4. Til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se. Pál vinnur mest sannlíkt teir 1500, av tí at Mads Glæsner ikki svimur; men tað sæst ikki á skránni, við tað at feløgini sjáldan melda til við tilmeldingartíðum á DHM. Danska juniormetið (hjá Glæsner) er 14:50.72, og seniormetið 14:45.16 Continue reading Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan
Hann svimur nú 21.28 í 50 frí á langbana, har hann í gjár ‘bara’ svam 21.41 og Alain Bernard sunnudagin setti heimsmet við 21.50. Alexander Popov átti metið á 21.64 frá 1. juni 2000, áðrenn Sullivan byrjaði við 21.56 tann 17. februar í ár, eftir síðani desember 2006 at hava havt eina bestu tíð á 22.00. Øll metini hjá Sullivan og Bernard eru sett í nýggju Speedo LZR Racer draktini. Lesið her á SwimNews.
Continue reading Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan
Páll Finnur Páll nr 3 tá ið tú leitar eftir “svimjing”
Um tú leitar eftir “svimjing” á Google í dag, so eigur hendan heimasíðan fyrstu tvey leinki, áðrenn Páll Finnur Páll koma við “Leyna svimjing” á MySpace. Lýsingin á MySpace er “Páll, Finnur og Páll svimja fullir”, men eg síggi bara fullar menn og onga svimjing. Jeg græmmes.
Startlistin til Susvim stevnuna komin
Sí viðfestu fílu og á www.susvim.com. Pál Joensen er upptikin av Danske HoldMesterskaber í Danmark, men restin møtir rættiliga væl upp úr Susvim, FS, HS, FLOT og Reka.
Ein fyrrverandi svimjari roynir draktina
Góð gjøgnumgongd av finessunum í draktini, men svimjarin er persónliga ikki so øgiliga imponerað. Vist nokk mest tí at hon ikki ordiliga er í form til sovorðið (og draktin jú strammar illa)
2 heimsmet sett í Avstralia í dag
Libby Trickett (fyrr Lenton) hevur sett langbana heimsmet í 100 frí hjá kvinnum við tíðini 52.88, og Eamon Sullivan hevur sett heimsmet í 50 frí hjá monnum við tíðini 21.41. Harvið eru nú 6 heimsmet sett á avstralsku úttøkustevnuni til OL, ella líka so nógv sum á evropeisku meistarastevnuni tilsamans. Lesið her og her á Swimnews.
Video av teimum 50 hjá Sullivan
Og av teimum 100 hjá Trickett
