Hon varð sambært hesi grein í timedfinals.com tikin av fronsku løgregluni, í sambandi við eina sak um falskar kekkar. Men eftir øllum at døma er tað meira fyrrverandi venjarin Philippe Lucas sum hevur ein trupulleika, við tað at Manaudou eftir øllum at døma bara tók í móti følskum kekkum, meðan tað var hann sum gav teir.
Thorpe heldur ikki at Phelps fer at sláa Spitz
Nógv vænta væl onkunsvegna at Michael Phelps fer at royna og kanska klára at sláa metið hjá Mark Spitz, at hava vunnið flest gullheiðursmerki á Olympisku leikum. Men hóast Ian Thorpe ynskir honum alt tað besta, so væntar hann ikki at Phelps fer at klára tað. “[T]here’s a thing called competition”. Lesið her á timedfinals.com.
Innbjóðing til Ægir stevnu 16.-17. februar 2008
Hey øll somul
- 16.-17. februar verður Ægir stevna og bjóða vit tykkum tí vælkomin til Klaksvíkar.
- Vit hava lagt ta útsettu bólk 1. og 2. kappingina til at verða sunnudagin 17.
- Leggið til merkis, at ´masters´ kappingar eru lagdar at verða leygardagin seinnapart….verið ikki smæðin;)
vinarliga
Johan Martin Poulsen
Samstarv millum venjarar í umbúna
Jón Bjarnason hevði sunnudagin áðrenn kapping ein frálíkan fyrilestur fyri fyrstaliðsvenjarar um ‘Rainbow’-skipanina hjá Jon Urbanchek, sum Jón brúkar til at testa og venja Susvim svimjararnar eftir. Uppmøtingin var heilt góð, og menn vóru eftirfylgjandi púra samdir um at hetta áttu vit at gjørt meira av. Eisini tá ið tað kemur til at skipa fyri felags venjingarlegum og líknandi.
Helena er framtíðin
Sum tit kunnu síggja á hesum topp 10 listanum yvir FINA stig á susvim.com, so hevur unga Helena Sævarsdóttir sníkt seg heilt upp á 8. pláss millum seniorar og bólka 5 svimjarar, við at svimja 50 frí í tíðini 28.71 (=598 FINA stig). Helena er annars ikki meira enn millum tey yngru í bólki 4, so her er nokk nógv gott í væntu.
Jóhann Heðinsson besti svimjari
Jóhann Heðinsson úr Fuglafjarðar Svimjifelag var við 9 gullheiðursmerkjum tann svimjari sum vann mest metal á HS stevnuni um vikuskiftið. Nummar tvey var Alvi Hjelm (6 gull, 6 silvur, 2 bronsu), meðan Poula Ø. Mohr og Pál Joensen mugu deilast um triðjaplássið (6 gull). Continue reading Jóhann Heðinsson besti svimjari
Susvim ‘vann’ HS stevnuna
Sambært mínum uppteljingum so varð tað Susvim sum vann flest heiðursmerki í Tórshavn um vikuskiftið, við Fuglafjarðar Svimjifelag sum nummar tvey og HS sum nummar trý. Tað vóru serliga tey eldru hjá Susvim sum gjørdu munin, meðan FS eigur framtíðina og HS bólk 4 og 5.
Pál setti met í 100 blandað
Pál Joensen svam á HS stevnuni í dag 100 blandað í tíðini 1:00.80, og eigur harvið nú øll tey føroysku metini í blandaðari svimjing hjá harrum. Beinir Danielsen úr FLOT átti gamla metið frá 2005, sum var 1:01.17. Pauli Ø. Mohr var eisini heilt nær at seta met í 50 frí í dag, tá ið hann svam teinin í tíðini 24.08, bara 11 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Kristiani Olsen á 23.97. Continue reading Pál setti met í 100 blandað
Pál setti føroyskt met í 100 frí
Nýggja metið er 52.30, og harvið er Pál Joensen skjótasti føroyingur nakrantíð í øllum stuttbana frígreinum uttan 50 frí. Har var sikkurt alt møguligt annað gott eisini á stevnuni, men hon varð rættiliga órógvað her móti endanum, av at EM semifinaludysturin í hondbólti millum Danmark og Týskaland koyrdi inni í HS rúminum 🙂
Eitt føroyskt met á HS stevnuni í morgun
HS stevnan kom bara heilt væl í gongd í morgun, tá ið Pál Joensen longu í øðrum riðli sett nýtt føroyskt met, við at svimja 400 blandað í tíðini 4:34.41. Aðrar tíðir vóru eisini heilt nær at metunum, tá ið t.d. Shaila millum Garðarnar svam undir 30 í 50 firvald (metið er 29.89), og Kári á Høvdanum svam umleið somu tíð sum metið hjá sær í 100 rygg.