EM byrjar týsdagin
Sum kunnugt verður 29. EM nú í Eindhoven í Niðurlondum, týsdagin 18. mars 2008 til og við mánadag 24. mars. Eurosport sendir frá stevnuni; so vítt eg dugi at síggja ‘live’ frá finalunum kl 17:15-19:00 føroyska tíð, umframt samandráttir aðrar tíðir. Sí Televarpið og Eurosport. Til ber eisini at fylgja við ‘live’ á alnetinum, á heimasíðuni www.omegatiming.com og við ‘live webcasting’ á www.europeanchampionships.org/Eindhoven2008/.
Klaksvík National 2008
Takk fyri, takk fyri øll somul. Leygardagurin 15 mars kemur at standa sum dagurin. Dagurin????? Jú, svimjikapping í Klaksvík, við internationalum formati. Haldi at øll sum vóru í Klaksvík fóru til hús við tí í huganum, næsta ár, so skal eg verða við aftur.
At fyrireika eina slíka kapping, krevur ótrúliga nógv arbeiði, og hevur kanska til tíðir verði møtumikið. Men í dag, dagen derpå, kann ein ikki annað enn verða glaður, og frøðast um at tað gekk so gott sum tað gjørdi.
Eg vil gjarna takka Kl. Býðrað fyri alla tað værvild í samband við kappinging, tað varð stórt, at tit bjóðaðu øllum døgverða, vit vóru um 140 fólk.
Øllum sponsorunum, bæði teimum føstu sponsorunum hjá Ægir, og teimum sum játtaðu at stuðla hesari kapping, uttan tykkum so varð eingin kapping.
Haldi at Jóan Martin hevur uppiborði eina serliga tøkk, fyri tað arbeiði hann hevur lagt í serliga hesa kapping.
Luttakarar, leiðarar, foreldur og hjálparfólk. Takk fyri at tit møttu upp í Klaksvík, og gjørdu dagin til tað stóru svimji uppliving, sum seint verður gloymd.
Enn einaferð. Takk øll somul, tit eru vælkomin til Klaksvík National 2009, sum verður um 1 ár
Vegna Ægir
Símun Akursmørk
Tíðindaskriv frá Ægir
Svimjikappingin ´Klaksvík National 2008´ fór sera væl eydnað aftur um bak og tað fyrsta, sum varð sligið fast, eftir at ´lok´ varð lagt á… varð at HON VERÐUR AFTUR.
FS vann (so syngjandi) Klaksvík National 2008
Fuglafjarðar Svimjifelag vann klárt flestu heiðursmerki á Klaksvík National 2008 í gjár, serliga tí at tey eiga Jóhann Heðinsson, Hildur á Fløtti og svimjarar í eldru bólkunum. 17 gullheiðursmerki har nr 2 fekk 4 og nr 3 fingu 3. Birita Debes úr FLOT setti seg hin vegin tungt á kappingina hjá gentum í nummar 3, við at vinna gull í teimum trimum greinum sum hon luttók í.
Continue reading FS vann (so syngjandi) Klaksvík National 2008
Perfektionistar
Stuttligt at síggja hvussu venjarar og svimjarar ganga upp í tað við lív og sál.
Fuglafjarðar Svimjifelag
Ægir og FLOT
Myndir frá Klaksvík National 2008
So er umleið 300 myndir at finna her á Flickr. Nógvar av teimum eru heilt ørvísi enn tær plaga, tí at eg persónliga var upptikin av at hjálpa Johan Martini við onkrum ørum projekti, og tað tí fyri ein stóran part vóru onnur sum tóku myndirnar.
Stórsligin Ægir stevna
Klaksvík National 2008 var so sannliga eitt stórt upplivilsi. Alt tað vanliga var upp á pláss, og hartil bjóðaði Klaksvíkar Býrað til døgverða, vit hoyrdu Jógvan við Keldu fortelja frá svimjing í Klaksvík upp í gjøgnum søguna, og finaluparturin varð tað heilt stóra gallashowið. Ljós og ljóð, og replay í slow motion á stórskíggja. Ókeypis frukt og gávukort og steyp til svimjarar.
Eg skal fara at skriva meira, telja upp heiðursmerkja og vísa til allar tær myndir og videoir sum eg havi frá stevnuni; men beint nú mugu tit noyðast við úrslitalista og RE-fílu (viðfest). Continue reading Stórsligin Ægir stevna
Var Eamon Sullivan dopaður?
Almikið rok er nú serliga í Avstraliu, um at (amerikanski) Gary Hall Jr. hevur sagt at ‘fólk hava rætt til at verða misteinkilig um doping, tá ið tey síggja betringar sum hasar’. Hann sigur gott nokk eisini hann ikki persónliga heldur at Eamon Sullivan var dopaður, men tað lurta avstraliumenn ikki eftir beint nú. Eamon Sullivan setti herfyri heimsmet í 50 frí við tíðini 21.56, hóast hann annars ongantíð hevur verið undir 22 sekund. Lesið her á Timed Finals.
Strekt miðnámsútbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk
Sum tit kunnu lesa her á portalinum, og kanska hoyrdu í Útvarpinum í morgun, so fer Føroya Studentaskúli nú undir strekta students- og HF-útbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk. Skipað verður ikki fyri einum serligum flokki til hesar næmingar, men heldur at teir fáa eina ætlan sum varir eitt ár meira enn vanligu flokkarnir, og so skifta flokk einaferð miðskeiðis í útbúgvingini.
Harvið hava vit nú tveir áhugaverdir leistir til hvussu tú sum svimjari kann fáa tíð til bæði miðnámsútbúgving og ítrótt. Annaðhvørt kanst tú fara til Kambsdalar og ganga í serligum klassa fyri svimjarar, har skúlin hevur sett tíð og orku av til svimjivenjing, og útbúgvingin so annars skal náast innan vanliga tíð. Ella kanst tú lesa í Havn, har tey fyrst og fremst geva miðnámsnæminginum minni at gera í dagligdegnum, og harvið meira tíð tað sum kemur afturat.
Sum tey skriva á Portalinum, so krevur skipanin í Havn, at “eitt ítróttarfelag og avvarðandi ítróttarsamband vátta, at næmingurin telist millum fremstu talent í síni ítrótt, og at viðkomandi nýtir munandi tíð til venjing og íðkan”. Næmingar skulu søkja inn á skúlan sum vant, men hartil leggja bræv við um at tey ynskja at leingja um útbúgvingina. Um umsóknin longu er send, so kann brævið sendast nú eftirfylgjandi. Til ber ikki at skifta aftur til vanliga 3 ára útbúgving, tá ið fyrst næmingurin er farin í holt við strektu útbúgvingina.