Craig Lord á SwimNews hevur talt seg fram til at 52 heimsmet til nú eru sett í 50 metra hyli, umframt 22 í 25 metra hyli. Vit eru sostatt bara 9 met frá flest langbanametum nakrantíð, sum var 63 í 1976, tá ið svimjararnir fingu loyvi at brúka svimjibrillur. Næstbesta árið síðani 1980 var 33 langbanamet í 2000, tá ið svimjararnir fingu loyvi at brúka heildraktir. Og nú eru tað so nýggju fastlæsandi superdraktirnar sum hjálpa til at fáa heimsmet. Og framgongdin er ógvuslig: Tíðin sum 100 metrar frí hjá monnum varð vunnin við í Melbourne í fjør, hevði bara rokkið til eitt 17. pláss í Beijing í ár. Continue reading 74 heimsmet sett í ár
Phelps er nú offisielt størsti svimjari nakrantíð
Amerikanska stafettin vann gull og setti heimsmet í 4×100 blandað við tíðini 3:29.34, har heimsmetið hjá teimum frá Athen 2004 var 3:30.68, og harvið vann Michael Phelps sítt áttanda gull á somu olympisku leikum, sum er éitt gullheiðursmerki meira enn Mark Spitz í München 1972. Avstralska kvinnustafettin í 4×100 blandað setti eisini heimsmet við tíðini 3:52.69, har heimsmetið hjá teimum frá HM í fjør var 3:55.74. Continue reading Phelps er nú offisielt størsti svimjari nakrantíð
Danir síðstu amatørar á olympisku leikum
Hetta er cirka citat úr Ekstra Blaðnum: “Danskerne – de sidste amatører“. Lotte Friis sum í morgun vann bronsu í 800 frí, stendur vanliga og ekspederar í einum ítróttarhandli, meðan hinar báðar frammanfyri liva av svimjingini.
Danski sportschefurin Lars Sørensen nevnir tríggjar faktorar sum avgerandi fyri at svimjingin hevur mennt seg so nógv eisini á hesum leikum: Nýggju superdraktirnar, ‘vísindalig-gerðing’ av ítróttinum, og so tað at tey bestu nú eru fulltíðar-svimjarar, vegna sponsorpengar og/ella stuðul frá heimlandinum.
Danir fáa sambært Lars Sørensen fylgt við á teimum báðum fyrstu punktum, men ikki tí triðja. Tey kunnu eisini keypa seg til hesar nýggju draktir, og hava eftirhondini nógvar serfrøðingar runt svimjingina at trekkja uppá. Men svimjingin er ein ov lítil ítróttargrein í Danmark til at kunna skaffa tær stóru sponsorupphæddirnar, og Team Danmark kann heldur ikki tryggja íðkarunum nóg nógvan stuðul, til at tey kunnu fokusera fult og heilt upp á ítróttin.
Spurningurin er so hvussu nógvar faktorar vit uppfylla í Føroyum. Continue reading Danir síðstu amatørar á olympisku leikum
2 heimsmet afturat í morgun
Kirsty Coventry úr Simbabvi setti heimsmet í 200 rygg við tíðini 2:05.24, har amerikanska Margaret Hoelzer átti heimsmetið á 2:06.09 frá U.S. Trials í juli mánaða. Og bretska Rebecca Adlington tók elsta met í bókini, tá ið hon svam 800 frí í tíðini 8:14.10, og harvið fór heili 2 sekund undir 16 ára gamla metið á 8:16.22 hjá Janet Evans. Danska Lotte Friis kláraði akkurát at vinna bronsu í hesi kapping, tá ið rumenska Camelia Potec móti endanum doyði fullkomiliga, og reyk frá at liggja klárt nr 2 til at gerast nr 4.
Michael Phelps kláraði á líknandi hátt akkurát at vinna 100 firvald, og harvið tangera metið hjá Mark Spitz, at vinna 7 gull á somu olympisku leikum, tá ið hann við éinum hundraðparti vann á serbanum Milorad Čavić. Phelps lá annars heilt afturi á 7. plássi eftir fyrstu 50, og Čavić klárt fremst; men í sjálvum innslagnum á málstrikuni gjørdi Čavić tann feil ikki at taka eitt eyka tak, meðan Phelps tók eitt stutt og skjótt tak ið akkurát vann gullið.
Við hesum 7 gullheiðursmerkjunum er tað nú rættiliga vist, at hann fer at klára 8 eisini, tá ið amerikansku mennirnir fara at svimja síðstu stafettina. Continue reading 2 heimsmet afturat í morgun
Glæsner svam flott 1500, men metið hjá Pál yvirlivdi
Danin Mads Glæsner betraði heilt nógv um sítt norðurlendska met í 1500 frí, men tó ikki so nógv at hann eisini tók metið í 800 frí. Nýggja metið í 1500 frí er 15:03.33, har hann á HM í fjør svam 15:12.10, og tíðin hjá honum eftir 800 metrar var 7:59.12. Tíðin hjá Glæsner var ikki nóg góð til at koma í finaluna. Continue reading Glæsner svam flott 1500, men metið hjá Pál yvirlivdi
3 heimsmet í morgun
Amerikanska Rebecca Soni kláraði yvirraskandi at vinna á ‘Lethal’ Leisel Jones í 200 bringu, við nýggjum heimsmeti 2:20.22, har heimsmetið hjá Leisel Jones frá 2006 var 2:20.54. Leisel Jones varð nr 2, og norska Sara Nordenstam kláraði so at svimja seg til bronsu við tíðini 2:23.02. Ryan Lochte vann á Piersol og Vyatchanin í 200 rygg við nýggjum heimsmeti 1:53.94, har heimsmetið hjá honum og Piersol var 1:54.32. Og Michael Phelps vann sítt sætta gullheiðursmerki í 200 blandað, við betring av sínum egna heimsmeti frá 1:54.80 til 1:54.23. Continue reading 3 heimsmet í morgun
Um Michael Phelps var eitt land …
Skemtilig samanbering av heiðursmerkjabýtinum hjá Phelps, í mun til ymisk lond, funnin her.
- Um Michael Phelps var eitt land, so hevði hann nú ligið nr 3 á listanum yvir tey lond sum hava vunnið flest gullheiðursmerki í Beijing.
- Á listanum yvir heiðursmerki tilsamans, hevði hann ligið nr 12 saman við Niðurlondum.
- India, Indonesia, Pakistan, Nigeria, Egyptaland, Mexico og Bangladesh hava 2,1 milliardir íbúgvarar tilsamans, og hava vunnið fýra gullheiðursmerki tilsamans. Phelps hevur vunnið fimm.
- Phelps hevur vunnið fimm av átta gullheiðursmerki givin monnum í svimjikappingunum higartil á OL
- Um vit síggja burtur frá USA og Avstralia, so hevur restin av heiminum til nú vunnið 5 heiðursmerki, í mannfólka- og konufólka-svimjikappingunum á OL. Tað hevur Phelps eisini 🙂
2 heimsmet í morgun
Kinesiska Liu Zige setti heimsmet í 200 firvald við tíðini 2:04.18, meira enn eitt sekund enn gamla heimsmetið hjá Jessica Schipper á 2:05.40 frá Pan Pacific Championships í 2006. Og avstralsku kvinnurnar Stephanie Rice, Bronte Barratt, Kylie Palmer og Linda Mackenzie settu heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:44.31, næstan 6 sekund skjótari enn gamla heimsmetið hjá USA á 7:50.09 frá HM í Melbourne í fjør. Continue reading 2 heimsmet í morgun
Fantastiskar tíðir til OL, og kappingarneytar hjá Pál svimja skjótt.
Tað verður svomið sera, sera skjótt í Beijing, og heimsmet fella á strípu. Tað er ein fragd at fylgja svimjingini.
Eg havi noterað mær 4 x 200 frí, Menn, U.S.A. SORLAÐI gamla heimsmetið og svumu undir 7 min: 6.58.56 – tað er ein ØGILIG tíð, og ein øgilig styrki USA vísir.
Phelps úti við 1.43.31 – hann er ikki at fáa fatur á.
Stóra Bretland, við David Carry, svam eisini sera skjótt.
Men legg líka merki til nr. 2, Rusland; næst-skjótastur á liðnum var Danila Izotov, við 1.45.85, og skjótari enn “veikasti” maður á liðnum hjá USA.
Hesin Danila Izotov liggur nr. 2 á europa-ranglistanum fyri juniorar, á dupulta teininum – 400 frí, ja og hvør man toppa hendan listan ?
PÁL JOENSEN
Hetta er enn ein staðfesting av at Pál veruliga er á sera høgum støði, og tað at toppa hendan ranglista ikki er smávegis bragd, enntá í trimum greinum, sum eingin annar ger í skrivandi stund.
OL 4×200 frí menn, úrslit:
http://results.beijing2008.cn/WRM/ENG/INF/SW/C73B1/SWM412101.shtml#SWM412101
Europaranglistin hjá juniorum:
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=1&gender=1&season=2008&course=LCM&stroke=0&agegroup=17_18
Lær bringusvimjing av Alexander Dale Oen
OL silvur vinnarin í 100 bringu, norski Alexander Dale Oen, vísir teknikk í nøkur video brot í Dagbladet. M.a. hvussu hann vendir, nakað hann hevur vant nógv í ár.
