Og sum tit síggja, so eru venjararnir longu klárir til at koyra á aftur…
Gleðilig jól
108 heimsmet í 2008
Fullfíggjaði listin sæst her á SwimNews.com, yvir tey heimsmet sum eru sett til nú í ár. Eitt skemtiligt ‘opið bræv til allar svimjarar frá einum stressaðum svimjijournalisti’ kann lesast her á Swimming World Magazine, um at okkara vinur í blaðnum har, Jason Marsteller, ynskir at fáa frí í bara eitt vikuskifti ella tvey, til at kunna halda frí saman við konuni. Men sum vit síggja á heimasíðuni hjá svenska Christer M, so er 2008 faktiskt (fyribils) bara triðbesta árið tá ið tað kemur til heimsmet, við tað at 62 vóru sett í 1976, og 58 í 1967.
(Filippo Magnini og Alessandro Terrin, eftir at hava sett heimsmet saman við Mirco Di Tora og Marco Belotti í 4×50 blandað, á EM í Rijeka. Tíðin var 1:32.91, og Terrin hevði splitt-tíð 25.71 í 50 bringu)
Continue reading 108 heimsmet í 2008
Pál nevndur í LEN Magazine, frá HM í Melbourne
He he, betur seint enn ongantíð, ha, at eg finni hendan stubban?
Faeroese swimmers participated at the World Championships for the first time in Melbourne. Small as their delegation was, its members entered events with Pal Joensen (17) swimming in each of the freestyle events ranging from the 50m to 1500m. He only skipped the 800 m event – a praiseworthy effort indeed.
Danir fara nokk allíkavæl at loyva langum draktum
Danska Svimjisambandið skrivar í dag á heimasíðu síni, at tey vænta eina reglugerð um ‘kappingardraktir’ at vera klár umleið nýggjár ella fyrst í januar. Tey avgjørdu sum kunnugt fyrr í desember at hesar nýggju superdraktirnar skuldu verða ólógligar í aldursbólkunum undir junior og senior, men mangla enn nágreiniligu reglugerðina.
Hetta uppskot frá arbeiðsbólkinum bendir tó á hvussu reglugerðin verður skipað, við einum negativ-lista sum forbjóðar t.d. Speedo LZR RZR, Arena Revolution og TYR Tracer Rise, men sum so hinvegin loyvir øðrum meira ‘ófarligum’ heildraktum. Ólóglig nýtsla av hesum draktum fer at verða tulkað sum ein tekniskur feilur, sum førir til kolldøming av svimjaranum.
Roma 2009 – Hold Your Breath
Her áðrenn jólagásina, er kanska snilt líka at minnast til hvat sum (millum annað) bíðar í summar 🙂
Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer
Spanski Aschwin Faber Wildeboer setti í gjár heimsmet í 100 rygg á stuttbana, tá ið hann á sponsku stutthyljameistarastevnuni í Madrid svam teinin í tíðini 49.20. ‘Gamla’ heimsmetið var 49.32, sum russiski Stanislav Donets svam á evropameistarastevnuni í Rijeka, síðsta vikuskifti.
(Frá vinstru: Helge Meeuw, Stanislav Donets og Aschwin Wildeboer, eftir 100 rygg í Rijeka)
Continue reading Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer
Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá monnum
Fraklendingar hava á stevnu í Istres í Fraklandi knúst stutthyljaheimsmetið í 4×100 frí við tíðini 3:04.98, har amerikumenn á HM í Manchester í vár svumu 3:08.44. Og teir høvdu ikki ein gang brúk fyri Amaury Leveaux og Alain Bernard, men kláraðu tað við at brúka Gregory Mallet (47.41), Fabien Gilot (44.92), William Meynard (47.65) og Frederick Bousquet (45.00). Les SwimInfo
(Frederick Bousquet, eftir 4×50 blandað á EM í Rijeka)
Løgtingið játtað 600.000 til føroyskan úrvalsítrótt
Løgtingið samtykti í gjár endaliga fíggjarlóg fyri 2009, har tey m.a. hækkaðu játtanina til Ítróttarsamband Føroya við 600.000 krónum, ið eru markaðar beinleiðis til úrvalsítrótt. Tað verður eftir øllum at døma ÍSF sum kemur at gera av, hvussu hesin peningur skal brúkast, við kjaki um evnið í leypi av januar mánaða.
Hávur leyp úr akvarium í svimjihyl á Bahamas
He he, ein 12 ára gamalur ‘reef shark’ leyp herfyri úr sínum akvarium, 30 cm upp um kantin og umleið 6 metrar yvir, til ein vatnrutsjibana og niður í ein almennan svimjihyl. Har vóru eingi fólk í hylinum akkurát tá, og fyri alt tað plagdu fólk eisini at svimja saman við honum í akvariuminum. Men tíverri toldi hann ikki klorið í svimjihylinum, og doyði tí hóast umsjónarfólkini royndu at bjarga honum sum skjótast. Les telegraph.co.uk

(Carribean Reef Shark, courtesy Wikimedia Commons, GNU Free Documentation License 1.2)




