So nú eru ein rúgva av videoinnsløgum her á Kyte.tv. Tað gongur avbera skjótt at senda upp beinleiðis frá fartelefonini, so tit kunnu nú vænta tykkum nógv meira 🙂
Komin til høllina
Soleiðis, nú eri eg í pressurúminum hjá LEN, og havi harvið endiliga funnið brúkiligt internet. Tað vil siga, eg havi ikki fingið tráðleysa sambandið at rigga enn, men LAN riggar so fínt. Svimjararnir eru farnir at svimja túrin av sær, og aftaná tað skulu vit so út at finna onkur skiftiklæðir til teirra, og serliga Jón.
Komin til Zagreb uttan kuffert
Rókur ringdi kl 21 fø. tíð og segði, at tey vóru umsíðir komin til Zagreb, har tað er kalt (frystir). Ein ‘guide’ bíðaði tolin eftir teimum, tá tey komu. Hesuferð hava øll hini uttan Rókur (og Petur Heðin) mist viðførið. Ella tað vil siga, at kuffertini standa enn í Frankfurt og koma eftir ætlan í morgin. Tó hava okkara fólk lært av fadesuna í Beograd, tí tey hava fingið sær trygging mótir mist/gloymt viðføri. Lagið av annars gott í Kroatia, skilti eg á lagnum. Í morgin fara tey í býin at keypa neyðsynjarvørur.
Nøkur videobrot frá túrinum
Rókur hevur stríðst við at fáa nøkur videobrot á netið.
Her lenda tey í Kastrup:
Bomm ella kort….
Continue reading Nøkur videobrot frá túrinum
Komin til Frankfurt
Flogfarið til Zagreb er fyribils seinkað í 50 minuttir, og tað verður tí fyrst kl 18:10 týska tíð at vit flúgva víðari. Annars eru øll við gott mót – har vóru onkrar droyar konur í flúgvaranum sum ikki vildu lovað okkum at spæla Yatzi, men annars er alt heilt hampuliga ókey. Eg havi fyribils sent onkrar videoir upp á svimjing.blip.tv, av tí at her eru ávísir trupulleikar við at senda til Kyte frá fartelefonini (les: aalt for drúgv mannagongd til at keypa internet her í Frankfurt).
Brúk fyri at koma í samband við EM-landsliðið?
Offisiella kontakt-telefonnummarið er 597559, hjá okkum sum eru til EM í Kroatia. Og tað er so undirritaði Rókur sum svarar, við tað at eg sum kunnugt eri ferðaleiðari á túrinum. Umhugsið tó vinarliga, um tit kunnu noyðast við at senda eitt SMS fyrst, við tað at tað kostar nógv at brúka føroyska telefon í Kroatia.
Úrslit og hagtøl frá NJM 2008
Her eru offisiellu úrslitalistarnir frá NJM 2008, og hagtalsfíla at lesa inn í WinGrodan. Sum tit kanska hava lisið her á SwimNews.dk, so varð tað í ár Danmark sum ‘vann’ NJM, og tað eru tey óivað ógvuliga stolt av. Tað plagar jú at vera Svøríki sum fer við tí mesta.
So eru vit á veg
Fyrsta innslag í ‘videodagbókini’ hjá mær, frá túrinum til Rijeka og EM 2008:
Continue reading So eru vit á veg
3 heimsmet sett í vikuskiftinum
Franska stutthyljameistarakappingin hevur verið í vikuskiftinum, og har svumu tey bara avbera skjótt. Fyrst svam Coralie Balmy leygardagin 200 frí í tíðini 1:53.18, har metið hjá avstralsku Libby Lenton frá 2005 var 1:53.29. So svam Amaury Leveaux 50 firvald í tíðini 22.29, har metið hjá Matt Jaukovic frá World Cup í Sydney í heyst var 22.50. Og so svam Alain Bernard 100 frí í tíðini 45.69 (50 metra splitt 21.71), har metið hjá Stefan Nystrand frá World Cup í Berlin í 2007 var 45.83. Skjótir franskmenn, sum sikkurt allir vera í Rijeka nú um nakrar dagar.
BOOGIE FINGERS
So vóru teir endiliga her……..GIVE IT UP FOR THE BOOGIE FINGERS 🙂

