14.39.99

Ja, hetta er veruleiki.

Ein svimjari sum mestsum bara hevur vant í 25 m hylinum í Vági, sum hevur 4 geilir, svam seg í dag til eitt 5 pláss í Europa.

PÁL JOENSEN

Fyri umleið 2 árum síðani, tá Pál tók metið frá Boga Lenvig, beiv “skotið” við at tað møguliga var talt skeivt 🙂 FO metið var tá 16.20

Pál hevur í dag svomið skjótari Í 1500 frí, enn nakar juniorur nakrantíð fyrr hevur gjørt – Í ØLLUM HEIMINUM !!!

Vit vildu verið alt ov frek um vit ikki vóru nøgd við hetta úrslit – eg eri í øllum føri ovurfegin, hetta er sum jólaaftan.

EM gongur ofta fyri at verða tann kappingin við tí hægsta støðinum í heiminum; Til HM og OL eru ofta svimjarar við sum ikki svimja so skjótt. Til EM er støðið høgt frá fyrsta til aftasta svimjara. Hesa ferð skuldi ein svimja 50.02 í 100 frí hjá monnum, fyri at gerðast nr. 60, ALTSO 59 MENN UNDIR 50.00

Stórt tillukku Pál

Tíðindaskriv úr Rijeka, fyrsti dagur

ØLL BETRAÐU SEG, OG PÁL SETTI FØROYSKT MET

Nú fyrsti dagur er farin afturum, á evropeisku stutthyljameistarakappingini í Rijeka í Kroatia, er tíð til at gera status.

Fyri Føroyar luttóku í dag Kári J. á Høvdanum í innleiðandi 100 firvald, Pál Joensen í innleiðandi 400 frí, og Shaila millum Garðarnar í innleiðandi 100 frí. Øll betraðu tey seg rættiliga fitt, og Pál var hartil bara 0.80 sekund frá finaluplássi, í kapping har hann var bara 9 hundraðpartar aftanfyri heimsmeistaran frá HM í Manchester í apríl í ár.

Tíðirnar vóru

– Kári J. á Høvdanum, 100 firvald, 58.27 sekund (Pál eigur føroyska metið á 56.52 sekund)
– Pál Joensen, 400 frí, 3:42.57 sekund (føroyskt met)
– Shaila millum Garðarnar 58.21 (Elspa eigur føroyska metið á 57.41)

Nakrar viðmerkingar frá venjarunum

Petur Heðin á Fløtti segði um teir 100 firvald hjá Kára, at Kári royndi seg við einari nýggjari drakt í dag, sum vísti seg ikki at rigga so væl at sparka firvaldaspark við á búkinum. Men teir royndu hana løtu seinni í avsvimjingarhylinum, har Kári svam rygg, og tá var hon nógv betri. Altso kunnu vit rokna við at síggja hann svimja í henni í 50 rygg í morgin.

Jón Bjarnason um Pál í 400 metur frí: “Ein góð tíð, men enn einaferð vísti hann at hann kann svimja skjótari. Hann hevði snøgt sagt alt ov nógv eftir, síðstu metrarnar”

Jón Bjarnason um Shailu í 100 frí: “Hon legði hart út og kom væl frá byrjan, og lá eina løtu fremst í riðlinum, fyri síðani at troyttast í so nógv teir seinastu 25 metrarnar. Men alt í alt ein góð tíð.”

Sigast skal, at kappingin her er avbera hørð. Vit hava mist tal á evropeisku metunum og evropeisku stevnumetunum, men her var til dømis sett heimsmet í 50 frí og tríggjar ferðir í 4×50 blandað, umframt at bæði í innleiðandi og í finaluni svumu trý lið undir gamla heimsmetið frá HM í Manchester og síðani frá innleiðandi partinum í morgun. Í 400 frí var breiddin væl hægri enn nakrantíð fyrr, til eitt EM, har kravið at koma í finalu var hægri enn á heimsmeistarastevnuni í Manchester í apríl í ár. Var Pál komin í finaluna, so var kappingin so jøvn at hann væl hevði kunnað endað við einum heiðursmerki um hálsin.

Í morgin er føroyska luttøkan Kári J. á Høvdanum í 50 rygg og Mona Simonen í 800 frí.

Við svimjikvøðu

Rókur í Jákupsstovu
Rijeka

5 evropeisk og 2 heimsmet í morgun

Svimjarar royna yvirhøvur at taka tað so róligt sum gjørligt í innleiðandi riðlunum, um teir bara eru nøkulunda vísir í at koma víðari til finalurnar. Men eg veit ikki, í morgun setti fyrst franski Amaury Leveaux evropeiskt met við 20.80 í 50 frí, síðani russika Valentina Artemyeva evropeiskt met við 29.83 í 50 bringu, hálendska Marleen Veldhuis evropeiskt met við 51.91, og at enda fyrst italiumenn og síðani russar heimsmet í 4×50 blandað við ávíkavist 1:34.01 og 1:33.77. Og við tað at eisini franskmenn vóru skjótari enn heimsmetið frá í morgun av, so verður tað so gott sum garanterað heimsmet aftur í kvøld.

DSC_0081

So byrjar EM 2008

Vit eru øll farin upp kl lort í morgun, og Jón Bjarnason og eg fóru so við bussinum kl 06:30 lokala tíð, at tryggja okkum sitipláss. Og gott tað sama, tí her ganga menn og flyta stólamerkini longur burtur, hjá teimum sum ikki eru møtt enn. Vit sita tískil nú ikki sama Serbia, Kekkia og Luxembourg, men saman við Fraklandi. Gentan her til høgru er tiltikna Laure Manaoudou, sum opinbart eisini mátti tíðliga upp í dag.

DSC_0008

Kunning um okkara ‘Live frá EM í Rijeka’

Far á www.svimjing.com/live – ella trýst á LIVE uppi í høgra horni her – til at síggja ‘live’ tilfar frá EM savnað á éinum stað! Vit senda úr svimjihøllini, í tíðarskeiðunum 7-11 og 14-17, hvønn dag til og við sunnudagin.

Um síðan her skuldi hildið uppat at rigga, so koyrir okkara ‘live streaming’ víðari á “svimjing” rásini á www.kyte.tv. Goymið tykkum tí leinkið http://www.kyte.tv/ch/177632-svimjing

Vanligar fotomyndir hjá okkum frá Rijeka kunnu síggjast her á Flickr, og vit hava eisini onkrar videoir á svimjing.blip.tv. Legg eisini til merkis, at til ber at hyggja at øllum okkara farnu sendingum her á Kyte.tv, ella við at blaða í Kyte-spælaranum sjálvum.

Gev gætur, at alt okkara tilfar er vart við copyright. Spyr tí fyrst, og vís altíð til kelduna.

Um tit vilja í samband við okkum, so send SMS til mín á +298 597559. Telefonin svarar ikki meðan kappast verður, tí eg tá filmi og havi sett á ljóðleyst.

Rókur í Jákupsstovu,
Rijeka

Komin til høllina

Soleiðis, nú eri eg í pressurúminum hjá LEN, og havi harvið endiliga funnið brúkiligt internet. Tað vil siga, eg havi ikki fingið tráðleysa sambandið at rigga enn, men LAN riggar so fínt. Svimjararnir eru farnir at svimja túrin av sær, og aftaná tað skulu vit so út at finna onkur skiftiklæðir til teirra, og serliga Jón.

Komin til Zagreb uttan kuffert

Rókur ringdi kl 21 fø. tíð og segði, at tey vóru umsíðir komin til Zagreb, har tað er kalt (frystir). Ein ‘guide’ bíðaði tolin eftir teimum, tá tey komu. Hesuferð hava øll hini uttan Rókur (og Petur Heðin) mist viðførið. Ella tað vil siga, at kuffertini standa enn í Frankfurt og koma eftir ætlan í morgin. Tó hava okkara fólk lært av fadesuna í Beograd, tí tey hava fingið sær trygging mótir mist/gloymt viðføri. Lagið av annars gott í Kroatia, skilti eg á lagnum. Í morgin fara tey í býin at keypa neyðsynjarvørur.