Avstralar strika heimsmetið hjá Alshammar, tí hon var í tveimum draktum

Ekstra Bladet og SwimNews.dk vita nú at siga, at tað allíkavæl ikki varð til heimsmet hjá svensku Therese Alshammar í gjár, tá ið hon á avstralsku langbanameistarastevnuni svam 25.44 í 50 firvald. Trupulleikin var nevniliga, at hon var í tveimum svimjidraktum, í mótstríð við nýggju FINA reglurnar frá leygardegi av, og at dómararnir tí sóu seg noyddar at kolldøma hana. Alshammar hevur valt at kæra avgerðina. Les eisini SwimNews.com

Tveir bretar undir heimsmetið í 400 frí

Man má siga at bretar verða bara meira og meira klárir til OL í London 2012, nú Rebecca Adlington á bretsku langteinameistarastevnuni í gjár mátti noyðast við silvur við tíðini 4:00.89, hóast hon var undir ‘gamla’ heimsmetið hjá Federica Pellegrini á 4:01.53, tí at (eisini bretska) Joanne Jackson vann gull og setti heimsmet við tíðini 4:00.66. Les SwimInfo

Afturlit: Skálafjarðarsvimjingin 2000

Bartal hevur hjálpt mær at fáa hesa videoina á netið, sum er video frá Skálafjarðarsvimjingini 2000 í fullari longd. Stuttligt at síggja so nógv kend andlit í videoini, sum ikki akkurát tá vóru so øgiliga nógv frammi í svimjingini. Og orsaka tann nógva vindin, og óstøðugu myndina undir sjálvari svimjingini… vánaligt kamera, vindur, og so rullaði tað jú 🙂

Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

Kanadiska Annamay Pierse setti í gjár nýtt heimsmet í 200 bringu, við at svimja 2:17.50 á kanadisku stutthyljameistarastevnuni, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá Melbourne í 2003 var 2:17.75.

Her er eitt brot við Pierse frá OL í Beijing, har hon gjørdist nr 6 …


Continue reading Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

So er Dubai sáttmálin samtyktur

Allar svimjidraktir, verandi sum komandi, skulu latast inn til FINA at eftirkannast áðrenn 31. marts 2009, um tær skulu kunna nýtast á HM í Rom í 2009. Fyrr nevndu avmarkingar verða galdandi fram til 31. desember 2009, at draktin má ikki dekka nakka ella út um akslar og øklar. Draktin má ikki skapa luftlummar, og má í mesta lagið verða 1 mm tjúkk. Hon má ikki flóta meira enn 1 Newton (t.e. 100 gr), og FINA skal sum nevnt eftirkanna allar áðrenn 31. mars 2009, sum skulu nýtast fram til 31. desember 2009. Draktin má ikki stimulera svimjaran á nakran hátt, við t.d. pínudoyving ella útlát av onkrum kemiskum/medisinskum, elektro-stimulatión ella líknandi. Loyvt er ikki at tillaga draktirnar til serstakar svimjarar, og svimjarin má ikki brúka meira enn eina í senn.


Continue reading So er Dubai sáttmálin samtyktur