Bartal 27.93 og stórt føroyskt met í 50 bringu

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 27.93. Róland Toftum átti metið á 28.30, meðan besta tíð hjá Bartali var 28.38 áðrenn hetta, frá NM 2023. Bartal er sostatt eisini fyrsti føroyingur nakrantíð undir 28 sekund í 50 bringu. Sí úrslitalistan her

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar bronsur

Og tá settu svimjararnir tvey føroysk met, eitt juniormet og eitt landsliðsmet eisini í innleiðandi riðlunum, so at tey tilsamans vórðu fýra føroysk met, tvey føroysk juniormet og trý føroysk landsliðsmet.

  • 1500 frí menn – Líggjas gull og Silas bronsu
  • 400 blandað kvinnur – Jóhanna nr 5
  • 200 firvald menn – Isak gull, Silas nr 6
  • 100 firvald kvinnur – Jóhanna nr 5
  • 100 bringa menn – Bartal silvur og føroyskt met, Jón nr 4
    – Bartal setti eisini føroyskt met í innleiðandi
  • 50 bringa kvinnur – Lea bronsu og føroyskt met og juniormet
    – Lea setti eisini føroyskt met og juniormet í innleiðandi
  • 50 rygg menn – eingin føroysk luttøka
  • 200 frí kvinnur – Alisa silvur
  • 200 blandað menn – Isak silvur
  • 4×50 frí kvinnur – Føroyar bronsu og føroyskt landsliðsmet
    – Kvinnurnar settu eisini føroyskt landsliðsmet í innleiðandi
  • 4×50 blandað menn – Føroyar nr 4 og føroyskt landsliðsmet
Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)

Føroysku kvinnurnar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025

Føroysku kvinnurnar megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt landsliðsmet á Oyggjaleikum 2025, tá ið tær í 4×50 frí svumu seg til úrslitið 1:46.71. Landsliðsmetið var 1:46.77 frá í morgun, og áðrenn tað 1:46.86 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019. Sí úrslitalistan her

Føroysku kvinnurnar bronsu í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025
Sabina Poulsen eigur myndina

Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025

Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna silvur á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 2:04.98. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:04.29 frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023. Sí úrslitalistan her

Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025
Sabina Poulsen eigur myndina

Lea bronsu og føroyskt met og juniormet í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt met og juniormet á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 32.22. Hon átti sjálv metini á 32.42 frá í morgun, og áðrenn tað 32.64 frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Lea bronsu í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025
Sabina Poulsen eigur myndina

Bartal silvur og stórt føroyskt met í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at vinna silvur við stórum føroyskum meti á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 1:00.51. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:01.85 frá í morgun, og áðrenn tað á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Bartal silvur í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025
Sabina Poulsen eigur myndina