Hesi fittu børnini møttu vit á veg í svimjihylin til finalurnar í kvøld.
Tær hevði verið til loppumarknað á lokala sjónleikarahúsinum. Hvat kistan skuldi nýtast til…
Mín viðmerking (altso Rókur): “Call the cops!”
Dánjal Hestoy eftirmetir her innleiðandi 100 blandað í morgun
Isle of Wight Radio fortelur her at ein 16 ára gamalur ‘altjóða íðkari’ er sendur heim av Oyggjaleikum, tí at hann í leypi av innleiðandi riðlunum á svimjistevnuni lat seg úr øllum frammanfyri fleiri tannáringum. Bretar eru ekstremt sjokeraðir, kalla hendingina fyri “an act of outraging public decency”, og boðsendu løgregluna, meðan Jörgen Petterson formaður fyri oyggjaleikanevndina kallar hendingina fyri “a very regrettable incident whereby a young athlete took his celebrations too far. There was no malicious intent intended, and we apologise strongly to the School who have kindly allowed us to host our sports on their premises.”
So svimjistevnan sleppur at halda áfram, drongurin slapp akkurát undan at verða handtikin og ákærdur, men er sendur fluks heim til sína oyggj. Bretska løgreglan sigur seg halda at hatta var meint í spølni, og at har einki samband er við nakran á skúlanum.
Spennandi spennandi … ger ein offroad-golfvøll til teir spælarar sum virkuliga meina tað (“ná so hann er for sverur fyri teg?”), og brúka so heldur pengarnar uppá ein góðan svimjihyl í Havn ! 🙂
“Føroyar og Menorka eru í boði at hava leikirnar í 2019 og 2021. Á aðalfundinum fyrrapartin gjørdi formaðurin í Altjóða Oyggjaleikanevndini greitt, at Føroyar liggja betri fyri at fyriskipa leikirnar í 2019 enn Menorka. Føroyska umboðini fegnast um hesa útmelding frá Altjóða Oyggjaleikanevndini.”
Les meira her á isf.fo.
Í gjár var ein góður dagur hjá føroysku svimjarunum, men í dag verður harður fyri tað. Útlitini eru nakað ivasom fyri fyrstu kappingar í kvøld, men so koma vit vónandi aftur ímóti endanum, til at vinna eini 4-6 gull afturat í dag. Ein troyst er, at tað allarhelst verður líka hart hjá Guernsey, so at munurin í heiðursmerkjaúrtøku verður verandi umleið tann sami.
Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á til dømis www.svimjing.com/live, í kvøld frá klokkan 17:30 til umleið 19:30 føroyska tíð, við frásagnum eisini í Útvarpi Føroya og á Rás 2.
Continue reading Stórar avbjóðingar á triðja svimjikvøldinum
Niðurstøðan er “upp og niður”, og so annars vón um at vit kunnu klára okkum líka væl í morgin. Hoyrt, higani av Toftum !
Cecilia Wigant Eysturdal eftirmetir her 800 metra frísvimjingina í morgun, har hon við 7. bestu tíð tíverri akkurát ikki rakk finalupláss um kvøldið, og tí mátti svimja ímóti dámum sum vísti seg at vera eitt fitt petti spakuligari enn hon.
Óivað pressaður av at skula renna ímillum tiltøk, men hann náddi so at handa gull til Føroyar 🙂
Uha, man fær heilt tár í eyguni her :’-)