Frælsur íðkari tveittur heim tí hann blottaði seg fyri svimjarunum

the flasherIsle of Wight Radio fortelur her at ein 16 ára gamalur ‘altjóða íðkari’ er sendur heim av Oyggjaleikum, tí at hann í leypi av innleiðandi riðlunum á svimjistevnuni lat seg úr øllum frammanfyri fleiri tannáringum. Bretar eru ekstremt sjokeraðir, kalla hendingina fyri “an act of outraging public decency”, og boðsendu løgregluna, meðan Jörgen Petterson formaður fyri oyggjaleikanevndina kallar hendingina fyri “a very regrettable incident whereby a young athlete took his celebrations too far. There was no malicious intent intended, and we apologise strongly to the School who have kindly allowed us to host our sports on their premises.”

So svimjistevnan sleppur at halda áfram, drongurin slapp akkurát undan at verða handtikin og ákærdur, men er sendur fluks heim til sína oyggj. Bretska løgreglan sigur seg halda at hatta var meint í spølni, og at har einki samband er við nakran á skúlanum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.