Útlit til heiðursmerki til Magnus á DMK

Tað sær bara gott út hjá Magnusi Jákupssyni, nú danska meistarastevnan og juniormeistarastevnan á stuttgeil verður í Thisted hin 24. til 27. november 2011. Næstbestu tíð millum juniorarnar í 100 blandað, bestu í 100 rygg, bestu í 50 frí, triðbestu í 200 blandað, næstbestu í 50 firvald, bestu í 50 rygg, næstbestu í 100 frí, næstbestu í 200 rygg og næstbestu í 100 firvald. Hartil triðbestu eisini sum seniorur í 100 rygg, fjórbestu í 50 frí, næstbestu í 50 rygg og fjórbestu í 200 rygg.

Magnus

Turið S. Christiansen 2:37.64 í 200 bringu

Leirvíksgentan Turið S. Christiansen setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:37.64, har føroyska metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða 2011 var 2:38.31. Turið svimur fyri Ægir, og hevur longu klárað kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Íslandi í desember, sum er 2:40.99 fyri hennara árgang.

Turið S. Christiansen

Svimjihøllin í Klaksvík stórar ætlanir

Torkil Mørkøre, leiðari í svimjihøllini, sigur at ein langtíðarbyggiætlan er fyri svimjihøllini í Klaksvík. Ætlanini er at útbyggja svimjihøllina, soleiðis at hon verður breiðari og rúmligari. Hetta fer at geva pláss til kaffiteriu, fitness-sentur og eitt vælveruhøli. Hetta er eisini partur av eini heildarætlan, ið hevur til endamáls at gera ein ítróttarligan miðdepil í Djúpumýru. Les Norðlýsið

DSC04220

“Duel in the Pool” liðið hjá USA úttikið

Amerikanska svimjisambandið kunnger nú sítt lið til landsdystin ímóti Evropa í desember, at umfata millum annað Peter Vanderkaay sum Pál hevur svomið ímóti nakrar ferðir, við skiftandi úrslitum. Í Shanghai vann Pál ímóti Vanderkaay í 800 og 1500, og í Dubai vann Vanderkaay á Páli í somu greinum.

Alexander Dale Oen koyrir nú Subaru

Subaru Norge hevur valt heimsmeistaran í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen til sín frontfigur í marknaðarføringini av SUV-modellinum Subaru XV í Noregi, tí at hann eftir teirra tykki er líka ósteðgiligur sum bilurin, og er eitt kent navn ikki bara í Noregi, men eisini í Japan har Subaru kemur frá, sum ein hin størsti kappingarneytin hjá japanska Kitajima Kosuke til OL-gullið í London 2012. Hasin Subaru XV kemur fyrst til Noregs í januar, sum kanska forklárar hví at hann nú koyrir Subaru Impreza. Kul, sí Norges Svømmeforbund á Facebook.

Video frá tá ið Frans og hinir vandu styrki í Flagstaff

Meini at tað er Rikke Møller Pedersen sum her filmar og prátar við Daniel Skaaning, Frans Johannesen og Anders Lie, meðan teir venja styrki í Flagstaff. Hetta eru hinir sum danska svimjisambandið satsar uppá til eina 4×200 frí liðsvimjing á OL í London, afturat Mads Glæsner og Pál Joensen.

Lív E. Eidesgaard í Strok

Barnablaðið Strok hevur í nýggjastu útgávu eina stóra grein um 12 ára gomlu Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, sum er so mikið seriøs við síni svimjivenjing, at hon fyri tíð síðani valdi at byrja at pendla úr Havn til Suðuroyar hvørt vikuskifti, til at fáa eyka góða venjing har suðuri. Tað er 16 ára gamla Joan Kristina í Jákupsstovu sum skrivar.

Lív í Strok