Startlistin til FOMM 2011

So er skráin klár til næstu Føroysku Opnu Masters Meistarastevnu. Vit síggja longu í fyrstu kappingum at teir báðir Jon Hestoy og Høgni Mikkelsen ikki fara at endurtaka holmgonguna í 50 firvald, men at vit hinvegin sleppa at síggja kempur sum Kristian Olsen, Martin Venned og Heina W. Rasmussen í hylinum aftur. Hjá kvinnum verður tað nokk serliga Durita Djurhuus sum fer at imponera, umframt ein rúgva av øðrum gengangarum frá í fjør.

DSC01636

DIF lanserað læringsportal um ítróttarskaðar

Dansk Idræts-Forbund hevur saman við itai a/s lanserað hendan portalin um ítróttarskaðar, við ráðgeving um fyribyrging, skaðaviðgerð og enduruppvenjing. Eitt tað mest áhugaverda er nokk teirra app “Idrætsskader – nej tak” til Android og iPhone, ið inniheldur vegleiðingar til at meta um og hjálpa uppá mest vanligu ítróttarskaðar, við smáum videobrotum og sovorðnum. Ávaring, tað fyllir eitt sindur, til dømis eini 35 MB til Android.

Viagra-spam á svimjing.com

Aja, so kom túrurin til okkum eisini. Fyri tíð síðani uppdagaðu vit at spam-leinki um Viagra kom á Facebook um fólk nevndu svimjing.com har, og nú uppdagi eg at hetta eisini kemur fram um man leitar á Google eftir svimjing.com. Hetta er okkurt ‘phishing’-ting … eg veit ikki hvussu álvarsligt, men eri farin undir at skifta alla kotu út á svimjing.com, eftirkanna dátugrunnin, dagføra alt og deaktivera eitthvørt óneyðugt, til at royna at fáa skil á aftur.

Viagra-spam á svimjing.com

Úrslit frá Ægir-stevnuni 5. og 6. november 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá úttøkustevnuni í Klaksvík her um vikuskiftið, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Tilsamans 4 føroyskt met og 2 juniormet varð tað til, umframt at 10 svimjarar vórðu úttiknir til NJM í Reykjavik í desember, 4 aðrir til NM samstundis, og 2 til EM á stuttgeil í Stettin. Mest vinnandi felag varð Suðuroyar Svimjifelag við 18 gull, 15 silvur og 13 bronsu, mest vinnandi svimjari Pál Joensen úr SuSvim við 9 gull og 1 bronsu, og mest vinnandi kvinna Turið S. Christiansen úr Ægir við 4 gull.

DSC06693
Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 5. og 6. november 2011

Astrið 28.45 og føroyskt met í 50 firvald

Rituvíksgentan Astrið Foldarskarð setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 firvald, við tíðini 28.45 har føroyska metið hjá Biritu Debes var 28.85. Astrið svimur fyri Ægir í Klaksvík, og kláraði við hesum at kvalifisera seg til norðurlendsku meistarastevnuna í Íslandi í desember, har kravtíðin er 28.74. Kristina Eliasen úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at svimja undir tað nú fyrrverandi metið og kravtíð til NM við 28.73.

Kristina Eliasen & Astrið Foldarskarð