Úrslit frá Reysta-stevnuni í dag, 18. november 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá svimjistevnuni í Leirvík í dag. Samlaða úrtøkan var at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki, 13 gull, 14 silvur og 11 bronsu, meðan vertirnir Reysti vunnu næstflest 9 gull og 15 bronsu, og Ægir triðflest 6 gull, 5 silvur og 4 bronsu. Mest vinnandi svimjari var Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag sum vann 5 gull og 3 silvur, og mest vinnandi drongu Óli Poulsen úr Reysti sum vann 5 gull og 1 bronsu.

DSC06958
Continue reading Úrslit frá Reysta-stevnuni í dag, 18. november 2011

Live stream frá DMK í Thisted verður slóðbrótandi gott

Danska meistarastevnan á stuttgeil verður í Thisted nú í komandi viku, frá hósdegi 24. til sunnudag 27. november 2011, við luttøku av millum øðrum av okkara Magnusi Jákupssyni. Og tey eru røsk har yviri í Thy, nú tey lova okkum mest umfatandi ‘live stream’ frá danskari svimjistevnu nakrantíð, við topp-professionellari framleiðslu, viðmerkjarum í høllini, møguleika at chatta og hava live timing afturvið. Til at hjálpa sær hava tey fingið lokalu fyritøkuna Streamfactory, sum eftir øllum at døma eru við at vera eitt heimsnavn innanfyri ‘live stream’ framleiðslu av ítrótti. Via SwimNews.dk

Innbjóðing til SuSvim stevnu hin 26. og 27. november 2011

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til BankNordik svimjistevnu í Vági nú leygardagin og sunnudagin 26 til 27. november, í øllum svimjisgreinum uttan 1500 frí. Stevnan er løgd so at til ber at sigla suður leygarmorgun og sleppa heim aftur sunnukvøldið. Sí viðfestu innbjóðing.

CIMG2175

Magnus 2 føroysk met í Saint-Dizier í dag

Magnus Jákupsson er í hesum døgum við danska felagi sínum VAT í Saint-Dizier í Champagne-Ardenne-distriktinum í Fraklandi, og har varð av sonnum svomið ‘sjampagnu-svimjing’. Tvey føroysk met og juniormet til unga havnarmannin, 24.70 í 50 firvald og 25.50 í 50 rygg í innleiðandi riðlunum, har hansara egnu met vóru ávíkavist 24.92 frá HS-stevnu í apríl mánaða, og 25.74 frá FM 2011. Magnus skal kappast aftur í morgin og ovurmorgin, í 100 rygg, 200 rygg og 100 firvald, umframt í finalunum í 50 firvald og rygg. Hann hevur bestu tíð frá innleiðandi í 50 rygg, og eisini eina rímiliga góða tíð í 50 firvald, bara ein tíggjundapart aftanfyri Amaury Levaux á 24.6. Sí startlista her.

Magnus

Russisk svimjistjørna til royndarvenjing í Vági

Nú mánakvøldið kemur russiski OL-svimjarin Anastasia Aksenova til Føroyar, at royndarvenja nakrar vikur hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági. Aksenova er 21 ára gomul, luttók fyri Russland á OL í Beijing í 2008, og hevur russiska metið 53.20 í 100 frí á stuttgeil. Í eina tíð hevur tað verið í umbúna at Anastasia skal koma til Vágs at venja fram til OL í London komandi summar, og nú er tað so greitt, at Anastasia kemur til Føroyar mánakvøldið.


Continue reading Russisk svimjistjørna til royndarvenjing í Vági

Pál er heiðursmerkjavón hjá dønum

Danski OL-leiðarin Jesper Frigast var fyrr í vikuni og vitjaði í Vági, at heilsa uppá Pál og Jón og restina, og klára nakrar formalitetir í sambandi við komandi Olympisku Leikir. Sambært Frigast er tað nú 99,9% vist at Pál stillar upp fyri Danmark í London, hóast hann til dagliga svimur fyri Føroyar, og vónirnar eru góðar. Les spn.dk og eb.dk.

– Han er i den grad flyvende på 1500 meter, og han har vundet World Cup-løb de seneste måneder og gjorde det godt ved VM.

– Han har god chance for at vinde en medalje. Det er en kæmpe sportslig gevinst. Pál har et stærkt dansk svømmehold, han træder ind i, og han kender dem alle sammen. Det er et godt samarbejde og en stor gevinst for os.

(Jesper Frigast í Vági, myndamaður er Jón Bjarnason)