Pál víðari til EM-finalu í 400 frí

Tað sá lætt út hjá Páli nú í áðni, tá ið hann kvalifiseraði seg til finaluna í 400 frí, við triðbestu tíð 3:42.37 aftanfyri danska Mads Glæsner á 3:41.75 og týska Paul Biedermann á 3:42.18. Eisini Frans Johannesen megnaði við 3:44.68 at kvalifisera seg til finaluna, so nú verða tað tríggir úr danska ríkisfelagsskapinum í EM-finaluni í 400 frí seinnapartin, tveir sum svimja fyri Danmark, og tveir sum eru føroyingar. Sí úrslitalistan her

DSC07240

Hjá Biritu gekk einki serligt, hon svam 1:03.90 í 100 rygg í mun til sítt føroyska met á 1:01.46, og 59.83 í 100 frí í mun til sítt føroyska juniormet á 58.52. Serliga 100 rygg var hon kedd um, har er okkurt sum ikki riggar heilt tekniskt út í frá vegginum, og so møðist hon ov nógv í móti endanum av teimum 100. Men starturin er har, og ferðin, so vónandi fer at gangast betri nú næstu dagarnar, tá ið hon skal svimja 50 firvald, rygg og frí.

DSC00120

Seinnapartin er tað so 400 frí finala, har Pál sum so liggur væl fyri til heiðursmerki. Sigi ‘sum so’, tí Jón leggur herðslu á at hetta 400 er mest hygg og fyrireiking til 1500. Hann metur at Paul Biedermann er sikkur vinnari, og so fáa vit at síggja hvussu restin klárar seg.

Fleiri enn 50 teknað PÁL-LÁN hesar seinastu dagarnar

Hesa seinastu vikuna hava fólk knýtt at verkætlanini við 50 metra svimjihyli á Oyrunum í Vági kunnað um og savnað inn PÁL-LÁN, og sigast má at móttøkan hevur verið góð. Eini 50 nýggir PÁL-LÁNarar eru komnir hesar dagarnar, sum so afturfyri eitt lán á 9600 kr í Suðuroyar Sparikassa, at rinda aftur við 200 kr um mánaðin í 4 ár, fáa árskort til húskið, at brúka allar hentleikar í svimjihøllini ókeypis í 4 ár. Sí www.svimjihollin.com

Fyribils startlistar til NM og NJM í Reykjavík

Mads Claussen vísir á Facebook til hendan startlistan, sum tíverri er eitt samanbland av tilmeldingunum til NM og NJM í Reykjavík, og tí eitt sindur ringur at gjøgnumskoða. Men altso, juniorarnir eru í ár gentur føddar 1996 og 1997 (sum vist nokk er tær sum eru 15 og 16 ár á startlistanum) og dreingir føddir 1994 og 1995 (t.e. so 17 og 18). Vit síggja ikki óvæntað at Magnus er høgt á listanum í t.d. 50, 100 og 200 rygg, og at Pauli Ø. Mohr eisini er heilt væl fyri í 50 bringu og 50 frí. Genturnar eru sum heild longri niðri á listunum, men tó frægari fyri tá ið man sorterar út í aldursbólkar. Sí annars NM/NJM-síðuna her á sundsamband.is.

Fyribils startlistar til EM í Stettin

Soleiðis, SwimNews.dk hevur funnið startlistarnar á netinum, og vit finna lukkutíð Pál har millum teir 10 skjótastu í 1500 frí. Kappingin byrjar við innleiðandi í morgin árini klokkan 08:30 føroyska tíð, har Birita sum fyrsti føroyingur skal luttaka í 100 rygg. Til ber at fylgja við finalunum á Eurosport.

DSC00021
Continue reading Fyribils startlistar til EM í Stettin

Pál er (vist nokk) í finaluni í 1500 frí

Vit hava gingið nokk so spennt her og leitað eftir einum startlista, til at fáa endaliga staðfest um Pál er í finaluni ella ikki. Trupulleikin er, at hann hevur ikki eina so góða tíð á stuttgeil at vísa á hetta farna árið, í mun til fleiri av mótstøðumonnunum. Og hann lá tí at vera beint uttanfyri, um ikki tað var so, at teir sleppa at svimja 10 í finaluni. Tá er hann (vist nokk) nummar 9 í mun til hinar.

DSC07177
Continue reading Pál er (vist nokk) í finaluni í 1500 frí

Væl framkomin til Stettin

Tað varð ein nokk so langur dagur í dag, við ‘pyjamas-flúgvaranum’ úr Vágum kl 08:15, via Kastrup og Berlin til Stettin í Póllandi. Men tað gekk væl, vóru sum ætlað í Stettin kl 18:00 polska tíð (t.e. sama sum donsk) og longu kl 19 vóru tey í hylinum (eftir at vit høvdu checkað inn OG fingið akkreditatión).

DSC07155
Continue reading Væl framkomin til Stettin