Føroyskir svimjarar í eyst og vest

Hetta vikuskiftið hendir snøgt sagt alt møguligt, tá ið tað kemur til føroyska svimjing.

Éitt er at SSF eftir røttum skuldi hava skipað fyri norðurlendskum fundi í Havn í dag, sum tíverri vegna veður endaði við at vera í Keypmannahavn.

Men, í Íslandi er árliga Reykjavík International, hagar einir 21 føroyskir svimjarar úr SuSvim og Ægir eru farnir at kappast, umframt Magnus Jákupsson fyri Farum.

Í Malmö í Svøríki er Grand Prix 2017, har Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara at luttaka fyri Hovedstadens Svømmeklub.

Og samstundis er árliga FLOT-stevnan á Toftum, har okkara yngstu skulu royna seg.

Sunnudagin er so aftur norðurlendskur fundur, hesuferð sambært ætlan í Keypmannahavn.

Vit royna at fylgja við sum frægast … Og hesuferð er svimjing.com mestsum av tilvild tilstaðar í Malmö! 🙂

Live Timing ísv Grand Prix 2017 í Malmø finst her

Startlistar o.a. ísv Reykjavík International 2017 finnast her

Frans 2:13.56 og gull í 200 blandað á Lyngby Open 2016

Frans Johannesen vann aftur í dag heiðursmerki á Lyngby Open 2016, tá ið tey avgreiddu 4. og 5. part av stevnuni har. Fyrrapartin varð tað til gull í 200 blandað, tá ið hann svam tann teinin uppá 2:13.56, og seinnapartin varð tað so vist nokk til 30.25 og silvur í 50 bringu, 54.97 og silvur í 100 frí og 25.07 og bronsu í 50 frí. Sí úrslitalistarnar her.

  

Alvi 2:30.86 og silvur í 200 bringu á Lyngby Open 2017

Alvi Hjelm vann sær í dag eitt silvurheiðursmerki í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann á Lyngby Open 2017 svam teinin uppá 2:30.86, aftanfyri danska Jacob Klint Axelsen á 2:29.93 men frammanfyri svenska Joakim Löfgren á 2:31.32. Hetta var vist nokk besta tíð hjá Alva, í mun til hansara 2:32.13 frá FM á langgeil 2016. Pál Joensen eigur føroyska metið á 2:21.71, frá Bergen Swim Festival 2015.

  

Frans og Alvi gull og bronsu í 200 frí á Lyngby Open 2017

Frans Johannesen vann yvirbevísandi 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið tann greinin varð avgreidd nú í dag, við tíðini 1:55.49 har Þröstur Bjarnason úr Íslandi varð nr 2 við 1:59.45 og Alvi Hjelm nr 3 við 2:00.43. Besta tíð hjá Alva er 1:56.94 í hesi grein, meðan Frans hevur svomið 1:46.18.

Óli 4:41.61 og gull í 400 blandað á Lyngby Open 2017

Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið tey avgreiddu ta kappingina á Lyngby Open 2017. Tað var rættiliga sannførandi svimjing, har Óli úti á ytstu geil legði seg klárt á odda beinanvegin í firvaldasvimjingini, fyri eina løtu at verða eitt lítið sindur innheintaður í rygg, og síðani draga frá aftur í seinnu helvt av ryggsvimjingini, og í bringu og í crawl. Tíðin 4:41.61 er eitt lítið sindur frá hansara persónliga meti á 4:41.42, har Alvi Hjelm so aftur eigur føroyska metið á 4:30.17.

  

Óli 4:03.15 og gull í 400 frí á Lyngby Open 2017

Svimjistevna er í Lyngby nú í vikuskiftinum, har teir tríggir Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Frans Johannesen eisini royna seg.

Og tað gongur heilt ókey, har Óli í kvøld vann gull í 400 frí, so syngjandi við 4:03.15 frammanfyri Frans á 4:07.85 og Niklas B. Thielemann á 4:11.88.

Frans varð hartil nr 2 í innleiðandi 50 bringu við 30.57, og nr 3 í innleiðandi 50 frí við 25.06. Tey avgreiða so hálvfinalur og finalur í morgin.

Hetta er svimjistevna á langgeil, tvs í 50 metra hyli. 

Úrslitini síggjast her á livetiming.dk

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 14. og 15. januar 2017

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Sum skilst ein góð stevna, har hæddarpunktini vóru føroyska metið hjá Sáru R. Nysted í 200 firvald, og Vár E. Eidesgaard ájavnt við føroyska juniormetið í 50 firvald.

stevna-i-palsholl