Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga uttan aldursavmarking.
Væleydnað SSF-ráðstevna í Skálavík
Svimjisamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri ráðstevnu nú í vikuskiftinum, fyri nevndarlimum í svimjifeløgum og sambandinum. Endamálið var at fáa fram hvat ið vit ynskja við føroyskari svimjing, og halda vit sjálvi at tað eydnaðist sera væl.
Innbjóðing til FM á stuttgeil 2017
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri, í Svimjihøllini í Gundadali hin 24. til 26. mars 2017. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017.
Bowman um tað at venja Michael Phelps
FINA hevur lagt út hesa video frá framløguni hjá Bob Bowman á FINA Golden Coaches Clinic í Windsor í vetur, um tað at venja besta svimjaran nakrantíð. Ógvuliga áhugavert!
Danube Arena klár til HM 2017 í Budapest
FINA skrivar her, at hóast nýggja høllin í Budapest fyrst verður tikin alment í nýtslu í mai mánaða, so er hon longu klár at nýta. Mikudagin kunngjørdu tey at høllin skal eita Danube Arena, og royndu tey trý Hosszu, Cseh og Gyurta tá eisini sum tey fyrstu hylin. Sí Budapest 2017 á Facebook.
Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum
Svimjisamband Føroya skipar nú 24. til 26. februar fyri ráðstevnu í Hotel Skálavík, fyri serliga nevndarlimum í svimjisambandi og svimjifeløgum. Eini 30 fólk fara við hjálp frá sálarfrøðinginum Helga Rasmussen at brúka vikuskiftið uppá at viðgera, hvat ið vit ætla við føroyskari svimjing, og hvussu vit koma hagar.
Continue reading Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum
Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy
Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.

Continue reading Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy
Myndir frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017
Startlisti til Reysta-stevnuna 18. februar 2017
Gevið gætur – startlistin er broyttur nú 17. februar 2017 !
Her er startlistin til svimjistevnuna í Leirvíkar skúla nú leygardagin hin 18. februar 2017, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Rio í fillum bara hálvt ár aftaná OL
Hóast tað eydnaðist at avgreiða OL 2016 í Rio, so er støðan nú ring har aftaná. Fyriskiparararnir skylda enn einar 280 milliónir krónur, ítróttarbýurin stendur so gott sum tómur, ítróttarhallirnar eru falnar í órøkt og hava flest allar verið fyri herverki, og staturin Rio er fleiri mánaðir afturúr at gjalda lærarum, sjúkarøktafrøðingum og pensionistum løn. Hartil slóð 2016 met í kriminaliteti á so gott sum øllum økjum, íroknað dráp og stuldur. Lesið t.d. USA Today