So byrjar føroyska luttøkan á HM 2025

Í morgin ári skulu tær báðar Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) og Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) royna seg, Bjarta í 100 rygg og Lea í 100 bringu. Sí startlistarnar her á omegatiming.com – Bjarta verður fyrsta at royna seg, í fyrsta riðli í fyrstu kapping, sum eftir ætlan byrjar kl 10:02 Singapore tíð, ella kl 03:02 í Føroyum.

Her ber til at lesa um møguliga sjónvarping frá HM 2025. Úr Føroyum burdi borið til at hugt ókeypis at stroymingini her hjá Eurovision Sport.

HM-hópurin í Singapore. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina

Í dag er altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

ST ásetti í 2021 dagin 25. juli at verða altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum. WHO mælir í ár til at deila søgur ísv druknivanda, tí at tín søga kann bjarga lívum. Í Svimjisambandinum arbeiða vit í ár við stuðli frá Betri til at fáa meira útgerð til vega, til fólk at kunna venja og taka roynd í lívbjarging. Sí WHO

So er tað HM 2025

Nú seinnapartin fara 4 føroyskir svimjarar og 2 venjarar/leiðarar undir longu ferðina beinleiðis frá Oyggjaleikum á Orkney, til HM 2025 í Singapore. Luttakaralistarnir síggjast her hjá World Aquatics, sum sjálvsagt benda á harða kapping, men eisini møguleika hjá okkara at kunna plasera seg í topp-32

Continue reading So er tað HM 2025

Jóhanna 2:19.67 og juniormet í 200 firvald

Jóhanna Ólavsdóttir (2007, Ægir) megnaði í gjár at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til eitt fjórðapláss við tíðini 2:19.67. Jana B. Thomsen átti metið á 2:19.92, frá FM á stuttgeil í 2017. Sí úrslitalistan her

Jóhanna á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Ein OK síðsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Í dag var tað kanska eitt sindur meira ‘stong út’ enn vit høvdu vónað – men tilsamans er tað gingið væl á hesum Oyggjaleikum, og framá síðani seinast. Eitt gullheiðursmerki varð tað til, umframt 2 silvur og 4 bronsur, umframt 1 føroyskt met og eini 2-3 landsliðsmet

Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)
Continue reading Ein OK síðsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Bartal 22.60 og føroyskt met og silvur á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta flott føroyskt met í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 vann silvur við tíðini 22.60. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 22.77 frá 4×50 frí stafettini fyrrakvøldið. Sí úrslitalistan her

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina