Hetta vikuskiftið skipar Kristiansand Svømmeallianse fyri Skagerrak Swim 2025 í Kristiansand har suðuri í Noregi, við luttøku av eisini Jonnu og Líggjasi Joensen úr Aalborg Svømmeklub (og Ægir). Startlistar og úrslit síggjast her á medley.no

Hetta vikuskiftið skipar Kristiansand Svømmeallianse fyri Skagerrak Swim 2025 í Kristiansand har suðuri í Noregi, við luttøku av eisini Jonnu og Líggjasi Joensen úr Aalborg Svømmeklub (og Ægir). Startlistar og úrslit síggjast her á medley.no
Reykjavík International verður nú fríggjadag 24. til sunnudag 26. januar 2025, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.
Hygga nú vit – Líggjas Joensen tilnevndur til heiðurin sum Ítróttastjørnuskotið 2024, hjá Ítróttasambandi Føroya.
Lesið her á heimasíðu ÍSF:
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) kappaðist í vikuskiftinum í Atlanta, og megnaði har at seta persónligt met, tá ið hon hon í 50 yard ryggsvimjing svam seg til úrslitið 25.37. Eisini varð hon nr 2 í 200 yard ryggsvimjing. Sí hennara úrslit her á Swimcloud
25.37 í 50 yard rygg er umroknað 28.12 í 50m rygg á stuttgeil, við hesum umroknara. Føroyska metið hjá Elisabeth er 28.49 í 50m rygg á stuttgeil, frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023.
Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30 í Tórshavn, hósdagin hin 20. mars 2025 frá kl 17:30.
Sí innkallingina á heimasíðu SSF: SSF-adalfundur-2025-innkalling.pdf
Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Hellufossur skipar fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2025. Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify
Update – her er úrslitalistin, nú aftaná at stevnan er liðugt avgreidd