Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International 2025 svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 2:25.71. Hon átti sjálv føroysku metini, við tíðini 2:27.30 frá Danish Open í fjør.

Forfólkafundur 25. januar 2025

Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri forfólkafundi á Hotel Hafnia í Havn, við luttøku av umboðum úr øllum okkara 7 feløgum, umframt starvsnevnd, svimjinevnd og íðkaranevnd SSF. Til viðgerðar vóru serliga ætlanirnar fyri 2025.

Sí í fyrstu atløgu hesi skjøl á heimasíðu SSF