Føroyskir svimjarar gjørdu aftur í dag vart við seg á Reykjavík International 2025, bæði í yngra og opna bólki. Hartil setti Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) føroyskt met og juniormet í 200 firvald.

- Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim) vann silvur í 100 bringu fyri gentur 15 ár og yngri
- Jórun Winther (2011, SuSvim) vann bronsu í 100 frí fyri gentur 15 ár og yngri
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) vann silvur í 50 rygg í opna bólkinum
- Fróði Hansen (2008, FS) vann bronsu í 200 bringu í opna bólkinum
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) vann silvur í 200 firvald í opna bólkinum