La Vanguardia skrivar her um eina syrgiliga søgu í Malaga í Spania, har 19-ára gamli Ramiro Tossone fekk trupulleikar, tá ið hann nú leygardagin undir venjing vandi at halda andanum. Lívbjargararnir komu sum skilst beinanvegin til og fingu hann á sjúkrahús, tá í kritiskari støðu, har læknarnir tó tíverri ikki fingu hjálpt um støðuna, so at hann nú doyði í gjár seinnapart, mikudag.
Altjóða lívbjargingarsambandið ILS hevur í morgun kunngjørt, at HM í lívbjarging sum skuldi verða í Riccione í Italia í september 2020, nú heldur verður í Riccione í september/oktober 2022. Lesið her á ilsf.org umframt offisiella brævið.
Eftir ætlan skuldi val-aðalfundur verða í sambandi við hetta HM í 2020, men er hann nú fluttur til heldur at verða í sambandi við altjóða lívbjargingarráðstevnuna sum verður í Sri Lanka í 2021. Og HM sum skuldi verða í Marokko í 2022, verður nú heldur í 2026.
The ILS has considered the worsening position in Italy, Europe and around the world which has deepened considerably in recent days. In the interests of the health and well-being of all participants of our events, the ILS has decided that the Lifesaving World Championships 2020 will not take place in September 2020 and will be postponed until 2021 (or even 2022).
Ein óhugnalig men tó áhugaverd søga: Andlitið á lívbjargingardukkum er ofta stoyping av tí hjá eini ókendaðari ungari kvinnu sum druknaði í París í 1880-unum. Hon var so vøkur at patologurin valdi at gera eina stoyping av andlitinum, sum varð víðakend og avritað ótalligar ferðir, eisini tá fyrstu framleiðarar av lívbjargingardukkum skuldu brúka eina til “Resusci Anne” (sum vit í SSF kenna sum Mini Anne). Og tí handan morbida viðmerking sum eg ikki sjálvur havi funnið uppá, at hendan “L’Inconnue de la Seine” eigur ‘mest mussaða andlit í søguni‘.
Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.
Forsetarnir báðir í evropeiska svimjisambandinum LEN og evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE hava undirskrivað eina felagslýsing (eitt “memorandum of understanding”), at í felag vilja virka fyri at betra um svimjiførleikan í Evropa, til á tann hátt at minka um talið av druknivanlukkum.
Sambært WHO drukna 27000 fólk árliga í Evropa, ella 3 um tíman, harav flestu eru børn millum 3 og 12 ár. LEN sjósetti tí í 2017 átakið “Getting Europe Swimming Safely”, seinni kallað “Learning to Swim, Prevent Drowning”, sum ILSE nú eisini formliga stuðlar.
Fyri okkum føroyingar er hetta serliga viðkomandi, tí at vit longu tá í 2017 bjóðaðu okkum fram sum pilotland, og tí sum eitt av fýra pilotlondum eru við í arbeiðsbólkinum. Til nú hevur tað verið mest fyrireikandi ráðlegging, men hendir vónandi okkurt spennandi nú innan alt ov leingi.
Parasport Føroyar kann nú vísa á fimm nýggjar lívbjargarar hjá sær, eftir at hesi í dag luttóku á lívbjargingarskeiði og -roynd hjá Svimjisambandi Føroya í Leirvík, og stóðu royndina. Dómarar vóru Sólgerð Joensen og Sørin S. Djurhuus.
Vit í SSF eru sjálvsagt sera glað fyri at eisini Parasport Føroyar er partur av teimum sum taka lívbjargingarprógv frá lívbjargingardeild okkara, so at skipanin styrkist og vónandi ein dag nær aðalmálinum, at góðkendir lívbjargarar eru allastaðni har svomið verður í Føroyum.
Lívbjargingardómari Sørin S. Djurhuus hevur í dag verið norðuri í Fuglafirði, har fýra venjarar/lívbjargarar hjá FS fingu dagført síni lívbjargingarprógv.
Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi.
SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og virkar í Danmark.
Væl var møtt av umboðum fyri kommunur, løgreglu, Landsverk, korttænastu og øðrum, og varð eftirfylgjandi kjakið tí eisini av góðum grundum sera áhugavert.