SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

Hetta er stórsligin fundur í ES-Parlamentinum, har LEN fer at leggja fram sína verkætlan kallað “Learn to Swim, Prevent Drowning” (LSPD), ið evropeiska lívbjargingarsambandið ILSE nú eisini stuðlar.

Og her fer snøgt sagt maður av húsi, at hitta ES-umboð sum ES-forsetan Tajani og ES-kommiserin Navracsics við ábyrgd fyri útbúgving, mentan, ungdóm og ítrótt. Øll stjórnin hjá LEN er bjóðað við, umframt vit í hesum viðkomandi verkætlanarbólki hjá LEN.

Luturin hjá okkum í Føroyum er at verða eitt av fýra londum í pilotverkætlanini, tá ið vit koma so langt sum til at royna tað sum arbeiðsbólkurin ætlar, at millum annað fáa sum flest at kanna sín svimjiførleika.

Sambært WHO drukna 27.000 fólk hvørt ár í Evropa, harav tey flestu eru millum 3 og 12 ár. Vit í svimjingini trúgva uppá at hetta talið kann fáast munandi niður, tess fleiri sum læra at svimja, og er ætlanin hjá LEN eisini at minka um talið av druknivanlukkum, við 20% innan 5 ár.

Men nú í morgin og ovurmorgin er tað altso fyrst skjúrta og slips í Bruxelles sum tað umræður, til vónandi at fáa ES uppá banan eisini, so at vit í felag kunnu minka um druknivanlukkurnar í Evropa, við millum annað at læra fólk at svimja.

Vegna SSF

Rókur

Photo by tiseb

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.