Ein óhugnalig men tó áhugaverd søga: Andlitið á lívbjargingardukkum er ofta stoyping av tí hjá eini ókendaðari ungari kvinnu sum druknaði í París í 1880-unum. Hon var so vøkur at patologurin valdi at gera eina stoyping av andlitinum, sum varð víðakend og avritað ótalligar ferðir, eisini tá fyrstu framleiðarar av lívbjargingardukkum skuldu brúka eina til “Resusci Anne” (sum vit í SSF kenna sum Mini Anne). Og tí handan morbida viðmerking sum eg ikki sjálvur havi funnið uppá, at hendan “L’Inconnue de la Seine” eigur ‘mest mussaða andlit í søguni‘.
Category: Lívbjarging
SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika
Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak
Forsetarnir báðir í evropeiska svimjisambandinum LEN og evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE hava undirskrivað eina felagslýsing (eitt “memorandum of understanding”), at í felag vilja virka fyri at betra um svimjiførleikan í Evropa, til á tann hátt at minka um talið av druknivanlukkum.

Sambært WHO drukna 27000 fólk árliga í Evropa, ella 3 um tíman, harav flestu eru børn millum 3 og 12 ár. LEN sjósetti tí í 2017 átakið “Getting Europe Swimming Safely”, seinni kallað “Learning to Swim, Prevent Drowning”, sum ILSE nú eisini formliga stuðlar.
Fyri okkum føroyingar er hetta serliga viðkomandi, tí at vit longu tá í 2017 bjóðaðu okkum fram sum pilotland, og tí sum eitt av fýra pilotlondum eru við í arbeiðsbólkinum. Til nú hevur tað verið mest fyrireikandi ráðlegging, men hendir vónandi okkurt spennandi nú innan alt ov leingi.
Lesið tíðindini her hjá LEN og her hjá ILSE
Lívbjargingarskeið í Leirvík
Parasport Føroyar kann nú vísa á fimm nýggjar lívbjargarar hjá sær, eftir at hesi í dag luttóku á lívbjargingarskeiði og -roynd hjá Svimjisambandi Føroya í Leirvík, og stóðu royndina. Dómarar vóru Sólgerð Joensen og Sørin S. Djurhuus.

Vit í SSF eru sjálvsagt sera glað fyri at eisini Parasport Føroyar er partur av teimum sum taka lívbjargingarprógv frá lívbjargingardeild okkara, so at skipanin styrkist og vónandi ein dag nær aðalmálinum, at góðkendir lívbjargarar eru allastaðni har svomið verður í Føroyum.
Rókur
Ian Thorpe um trygd í, á og nær vatni
Allarviktigast: “Keep an eye on them”
Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag
Lívbjargingardómari Sørin S. Djurhuus hevur í dag verið norðuri í Fuglafirði, har fýra venjarar/lívbjargarar hjá FS fingu dagført síni lívbjargingarprógv.

Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur
Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi.
SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og virkar í Danmark.
Væl var møtt av umboðum fyri kommunur, løgreglu, Landsverk, korttænastu og øðrum, og varð eftirfylgjandi kjakið tí eisini av góðum grundum sera áhugavert.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá fundinum.
Innbjóðing til fund um bjargingarnummur
Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“.
Til rætta viðkomandi
Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 ljóðaðu, at maður var druknaður í bátahylinum í Leirvík. Úti í Bug plagdi at vera bátahylur, men er tað ikki longur. Harafturímóti, so er nýggjur bátahylur longri norðri í Leirvík. Hetta førdi við sær, at longri gekk at finna vanlukkustaðið, tí leitað varð í nýggja bátahylinum.

Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi
Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum á ársfundinum hjá Nordic Life Saving Group, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Fundurin er í býnum Lohja í Finnlandi, einar 60 km vestan fyri Helsinki.

Fyrsti fundur er í løtuni í gongd, har limalondini leggja fram um teirra virksemi innnan lívbjarging, seinasta árið.
Enn fleiri lívbjargarar í FLOT
Lívbjargingardómarin Rúni Gaardbo skipaði í kvøld fyri næsta umfar av lívbjargingarroyndum hjá Svimjifelagnum FLOT, í svimjihøllini á Toftum. Talan var um dagføring av prógvum hjá kvinnuligum venjarum, umframt at nakrir ungir svimjarar tóku ‘lítlu lívbjargingarroyndina‘.

