So byrja vit. FS, FLOT, Reki og Ægir, eitt svenskt felag kallað SK Laxen, vertirnir KSK umframt ein rúgva av donskum feløgum. Tilsamans 3500 startir í leypi av vikuskiftinum.
Category: Kapping
Infofundur
Køge, 25. oktober 2007 kl 23.45:
Felags infofundur var í kvøld, har Petur Heðin & co skitsaðu upp spælireglurnar fyri komandi dagar. Sovorðið sum nær vit skuldu avstað í morgin, hvat vit skuldu eta, hvør sum skuldi svimja stafett, og annað. Vit trenaðu eisini róp og klapp til at brúka á stevnuni.
Aftaná hevði Johan Martin eitt heldur skemtiligt innslag við undarligum spølum, sum eg tíverri ikki fái víst tykkum beint nú, av tí at eg onga mynd tók við fartelefonini. Men eg tók hinvegin tað mesta upp á video, sum eg skal royna at fáa á heimasíðuna seinni.
umvegis flot.info
Halloween
Køge, 25. oktober 2007 kl 23.37:
Nei hetta eru ikki Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti sum taka sær av løttum uttanfyri vallaraheimið í kvøld !!
umvegis flot.info
Hart at planleggja stafettir
Køge, 25. oktober 2007 kl 23.35:
Teir byrjaðu kl 20:30, hildu pausu meðan infofundur/hugnakvøld var í kvøld, og sita so aftur nú kl 00:30 og royna at fáa stafettirnar upp á pláss.
umvegis flot.info
Joan Bláfoss nr 6 í heiminum
Nú hevur duathlon ikki nógv við svimjing at gera, men eg haldi allíkavæl at Joan er eitt sindur kvalifiserað at skriva um á heimasíðuni her, við tað at hon luttók fyri Føroyar í triathlon á Rhodos, og tað sum kunnugt er svimjing í triatlon :-). So sum tit kunnu lesa her á sportalinum, hevur hon klárað seg avbera væl í HM í duathlon herfyri.
Elspa danskur juniormeistari
Móð og troytt av shopping frætta vit at føroyingar hava gjørt eitt ordans hál á DKM. Pál svam 800 frí á 8:06 sum var betri enn nakar danskur juniorur og væl og virðiliga føroyskt met. Elspa hevur sett føroyskt met í 50 frí, 400 frí og 200 rygg, og vann her silvurheiðursmerki sum ‘dani’ í 200 rygg og 50 frí, við tað at hon luttekur fyri WestSwim. Men í 400 frí varð hon nr 1, og er hervið offisielt danskur juniormeistari! Continue reading Elspa danskur juniormeistari
Shoppa
Køge, 25. oktober, 2007 kl 12.06:
Vit (FLOT) hava svomið og etið og fara nú í stórcentur at shoppa. Hjá FLOT er ca. 1 vaksin til hvørt barn, so hetta er lætt at samskipa.
Morgun
Køge, 25. oktober, 2007 kl 07.39:
Góður matur og øll eru komin fram, so støðan er OK. Tey síðstu komu fram kl 01 í nátt. Ægir-venjarin Johan Martin fór í song tíðliga í gjárkvøldið við fepri, men hevur tað betri nú. Reki er longu farið í høllina, restin fer nú um 9-tíðina.
umvegis flot.info
Komin fram
Køge, 24. oktober, 2007 kl 20.14:
Fyrsti triðingur av ferðaliðnum eru komin fram til Køge, men restin eru tíverri seinkað av mjørka. Vit hava verið og shoppað og svomið og etið meðan næsti triðingur fyrst nú er í luftini og síðsti væntandi ikki kemur fram fyrr enn seint í nátt. Í morgin er ætlanin at byrja við svimjing og so fara á Strøget ella í stórcentur at shoppa víðari.
umvegis flot.info
Nýtt heimset í 50 rygg hjá kvinnum
Kinesiska Yang Li hevur við tíðini 28.09 sett nýtt heimset í 50 rygg á langbana, á “World Military Games” í Hyderabad, India. Amerikanska Leila Vaziri átti gamla metið á 28.16, sum hon setti á heimsmeistarastevnuni í Melbourne í vár. Báðar eru rættiliga ókend ‘stjørnuskot’ sum nú knappliga gera um seg. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
