Jodie Henry ill inn á stranga dopingeftirlitið í Avstraliu

Olympiski meistarin í 100 frí orðar seg heldur løgið, tá ið hon ilskast inn á dopingeftirlitið í Avstraliu. Sambært SwimNews her so er hon nevniliga bangin fyri at Avstralia fer at hava tað hart á OL í Beijing 2008, av tí at onnur lond ikki hava líka strangt eftirlit. Ljóðar næstan sum hon kundi hugsað sær at dopað seg.

Nú kann tað væl vera at SwimNews leggur henni orð í munnin, spekulerar ov nógv ella útstillar hana ørvísi enn hon hevði ætlað. Men um vit hyggja at sitatum og orðaljóði í hasari greinini, so sær tað altso út sum um at Henry er meira ill inná at aðrar tjóðir hava lættari við at dopa seg, enn um tað at skula testast so ofta.

“Before the 2003 world champs over here, we had the girls watch us do our sample. In Barcelona, they just sent us into a room and we did our sample and came out. They wouldn’t watch us at all.” .. “That sort of stuff annoys you because you’d want to hope that athletes overseas are doing the same things as us”

Hesi sitat eru forrestin tikin beinleiðis úr eina samrøðu sum Jodie Henry hevði við The Sunday Telegraph, og sum tit kunnu lesa her. Tíverri nevna tosa tey ikki so nógv meira um hetta við dopingroyndunum har. So vit mugu bara gita um hon bara er stressað av øllum testunum, ella (vónandi) irriterað inn á at onnur sleppa at dopa seg, ella (puha) øvundsjúk inn á at onnur sleppa at dopa seg.

Veruliga úrslitini frá triathlon á Rhodos

DSC_0397So komu tey allíkavæl fram, tey offisiellu úrslitini frá Rhodos. Ella tað vil siga, eg haldi at hetta eru tey røttu, hóast tey ikki koma frá fyriskiparunum á Rhodos. Evald hevur nevniliga fingið tey frá triathletinum Torquil á Orkney, men tey síggja altso nóg nágreinilig út, til at talan kann vera um tær offisiellu elektronisku tíðtakingarnar.

Viðfest er skjalið sum Torquil sendi Evaldi, men annars taki eg skjótt saman um her niðanfyri. Um eg samanberi við splitt-tíðirnar sum Evald tók, so sær tað út til at hesi offisiellu úrslitini rokna skiftið frá svimjing til súkkling uppí svimjingina (har Evald tók tíð til tey komu upp úr havinum, altso áðrenn tey fóru at skifta), og skiftið frá súkkling til renning uppí súkklingina.

  1500m svimjing 40 km súkkling 10 km renning Samlað úrslit
Gudmundur 0.23.16 1.13.08 0.37.13 2.13.37
Andrass 0.28.02 1.10.12 0.37.38 2.15.52
Áslakur 0.31.36 1.08.47 0.37.22 2.17.45
Ottar 0.24.49 1.13.18 0.42.07 2.20.14
Karina 0.25.48 1.15.52 0.37.22 2.19.02
Súsanna 0.25.47 1.15.15 0.38.20 2.19.22
Joan 0.29.21 1.17.30 0.34.40 2.21.31

Legg forrestin til merkis rennitíðina hjá Joan nú… 10 km undir 35 minuttir 🙂

Føroysku úrslitini í triathlon á Rhodos

DSC_0419

Tað eru tíverri ongar millumtíðir í offisiellu úrslitalistunum frá triathlon-kappingini á Rhodos, og eg brúki tí her niðanfyri tær tíðir sum Evald Rasmussen tók í leypi av kappingini, umframt endaligu offisiellu tíðina. Millumtíðirnar hjá Evaldi raka nokk ikki beint á har sum tær áttu at hava verið tiknar, men tað er so betri enn einki.

Tíðir á Rhodos:

  1500m svimjing Skift + 40 km súkkling Skift + 10 km renning Samlað úrslit
Gudmundur 0.22.08 1.13.32 0.37.57 2.13.37
Andrass 0.27.11 1.10.17 0.38.24 2.15.52
Áslakur 0.30.48 1.08.59 0.37.58 2.17.45
Ottar 0.23.37 1.13.47 0.42.50 2.20.14
Karina 0.25.11 1.15.55 0.39.56 2.21.02
Súsanna 0.24.45 1.15.25 0.41.12 2.21.22
Joan 0.28.30 1.17.25 0.37.36 2.23.31

Samanbera vit við úrslitini úr Haderslev, umleið ein mánaða áðrenn kappingina, so síggja vit at tað serliga er í svimjingini og súkklingini at íðkararnir dragna, meðan teir faktiskt renna ‘yvir evni’ í tí nógva hitanum. Hetta luktar eitt sindur av at svimjiteinurin var ov langt og renniteinurin ov stuttur, meðan súkklitíðirnar nokk eru rímiliga á leið (krevjandi ruta við vindi og brekkum, smølum vegum og krappum svingum).

Navn 1500m svimjing + skift 40km súkkling Skift + 10km renning Tilsamans
Joan Bláfoss 00:24.42 01:10:09 00:37:18 02:12:09
Karina Ottesen 00:22:23 01:10:01 00:40:30 02:12:54
Súsanna Skylv Sørensen 00:24.01 01:14:59 00:42:43 02:21:43
Sóley í Eyðansstovu 00:31.18 01:15:18 00:52:47 02:39:23
Áslakur Nesá ? ? ? 02:14:06
Andrass Joensen 00:25.42 01:08:23 00:42:41 02:16.41

Gev gætur at svimjingin í Haderslev er íroknað skift úr vátdrakt til súkkling, meðan skiftið á Rhodos er tikið uppí súkklingina.

Sviar duga eisini

Stefan Nystrand (25 ár) og Therese Alshammar (30 ár) hava í dag hvør í sínum lagi sett næstbestu tíð í heiminum nakrantíð; Nystrand í 100 frí við tíðini 47.91, og Alshammar í 50 frí við tíðini 24.23 (báðar tíðir í 50 metra hyli). Bæði venja tey til dagliga í SK Neptun í Stockholm, og rættiliga áhugavert so eru bæði kend fyri at venja rættiliga lítið til dagliga.

Nystrand nevnir í tíðindunum her um sína venjing, at hann venur umleið 3000 metrar í hvørjari venjing, ongantíð meira enn 20 km um vikuna, umframt at venja tvær ferðir um vikuna á landi, eina ferð við medisinbólti og eina ferð vekttrening við fokus á at gerast sterkur uttan at gerast stórur. Hann venur bara lætt ella max í hylinum, og altso ongantíð við ferðum í millum lætt ella max.

Alshammar nevnir ikki nakað um sína venjing í tíðindunum her á SwimNews, annað enn at hon (sum Nystrand) hevur betrað um sín teknikk, og tí svimur við færri tøkum enn nakrantíð fyrr. Men tað er alment kent at hon í øllum førum í Hamburg sjáldan vandi meira enn 2000 metrar í hvørjari venjing, og tí óivað illa kann lokkast at venja nógv meira í Stockholm, um Nystrand ikki svimur meira enn 3000 metrar har.

Lesið upprunatíðindini her og her á SwimNews.

Dara Torres sett USA met í 50 frí, 40 ára gomul

Dara Torres vann OL bronsu 33 ára gomul í Sydney ár 2000, og setur nú amerikanskt met í 50 frí sum 40 ára gomul, við tíðini 24.53 (langbani). Hetta er næstbesta tíð í heiminum í ár, og sama tíð sum Libby Lenton vann HM í Melbourne við í vár. Tíðindini kunnu lesast her á SwimmingWorld, og í longdari útgávu við spekulatión um doping her á SwimNews.

Phelps øgiligur í rygg eisini

Phelps er til nú mest kendur fyri síni úrslit og heimsmet í firvald, crawl og blandað, men hann kann so sanniliga eisini svimja rygg. Á amerikansku meistarastevnuni svam hann herfyri triðbestu tíð nakrantíð í 200 rygg (1:54.65, Ryan Lochte eigur heimsmetið á 1:54.32), og í gjár hótti hann so aftur heimsmetið á einum ryggteini við at svimja næstbestu tíð nakrantíð í 100 rygg (53.01, Aaron Piersol eigur heimsmetið á 52.98). Continue reading Phelps øgiligur í rygg eisini

Replay hjá Crocker á amerikansku meistarastevnuni

Eitt ‘oooh’ fór gjøgnum høllina í Indianapolis í gjár, tá ið úrslitatalvan vísti DSQ út fyri Ian Crocker í finaluni í 100 firvald. Hann hevði tjóvstartað á sama hátt sum hann tjóvstartaði í innleiðandi 4 x 100 blandað í Melbourne, tá ið hann varð atvold til at Michael Phelps ikki kláraði metnógv 8 gullmerki á somu stevnu. Og fyri at gera tað enn meira surrealistiskt, so kláraði Michael Phelps allíkavæl akkurát at vinna á Crocker, á sama hátt sum hann vann í síðstu tøkum í finaluni í 100 firvald í Melbourne. Lesið her á SwimmingWorld.

Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.