Eitt sindur ‘går den så går den’. Tað koyrdi fínt í gjár men ikki í morgun, so vit kunnu ikki annað enn royna.
Category: Kapping
Beinleiðis úr høllini – sunnumorgun
Teldan mundi brent saman hjá Bartali uppi á balkongini í gjár, og tí brúka vit bara hendan eina vinkulin í dag. Orsaka forrestin seinkingina; onkur (les: eg) hevði misskilt tíðarætlanina.
Spurningar ella viðmerkingar til sjónvarpsfólkið ?
So havi eg latið upp fyri at eisini ónevnd kunnu gera viðmerkingar her á síðuni, nú meðan FM koyrir. Vinarliga gerið tó mest viðmerkingarnar her beint til hesa frásøgnina, so at vit finna tær 🙂
Beinleiðis úr høllini
Innleiðandi kappingar leygarmorgun
Her koma nakrar videoir frá innleiðandi partinum í morgun
400 frí harrar
(Alvi Hjelm á geil 2, Bjarni M. á geil 3 og Jákup Klein Hansen á geil 4)
Test við ‘live streaming’
Tvey videobrot frá FM innleiðandi
Pál og Sofus byrja sínar 1500 frí
Og her er okkurt tilvildarligt skifti í innleiðandi 4×100 frí hjá gentunum
Massar av myndum á Flickr nú
Ella tað vil siga 144. Gev gætur at tær flestu eru ogn hjá Johan Martini Poulsen, og at loyvi tí eigur at fáast frá honum áðrenn tær verða nýttar aðrastaðni.
3 føroysk met og Susvim hølvar alt av
Kári J. á Høvdanum byrjaði ballið við at betra sítt egna føroyska met í 200 rygg frá 2:06.44 til 2:05.13. Síðani betraði Pál Joensen um sítt met í 200 blandað frá til 2:11.33 til 2:08.85. Og at enda betraði eisini Malan Vitalis Bærendsen um sítt met í 50 bringu frá 34.94 til 34.74. Jóhann Heðinsson setti sum nevnt bólkamet í 50 firvald, og Bjarni M. Petersen svam sum sætti svimjari í 100 frí seg til eina silvurnál við tíðini 57.91. Støðið er høgt 🙂 Continue reading 3 føroysk met og Susvim hølvar alt av
FM køkurin hjá FS
Tey úr Fuglafjarðar Svimjifelag hava ordiliga rigga seg til við skrúvum og spaghettisós á kantinum. Hetta er forrestin aðru ferð at Sonni fær sær (veit ikki nær hann gavst við at eta, men hann svam so 100 frí seinni).