Kári J. á Høvdanum byrjaði ballið við at betra sítt egna føroyska met í 200 rygg frá 2:06.44 til 2:05.13. Síðani betraði Pál Joensen um sítt met í 200 blandað frá til 2:11.33 til 2:08.85. Og at enda betraði eisini Malan Vitalis Bærendsen um sítt met í 50 bringu frá 34.94 til 34.74. Jóhann Heðinsson setti sum nevnt bólkamet í 50 firvald, og Bjarni M. Petersen svam sum sætti svimjari í 100 frí seg til eina silvurnál við tíðini 57.91. Støðið er høgt 🙂
Heiðursmerkjabýtið til nú:
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| SuSvim | 11 | 8 | 3 |
| FS | 2 | 1 | 6 |
| Reki | 1 |
