Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi á venjararáðstevnuni í Singapore í farnu viku, at heimsmeistarastevnan í 25 metra hyli framyvir fer at verða hildin øll líka ár í desember mánaða, byrjandi við HM í Dubai í 2010. Evropeiska svimjisambandið LEN umhugsar tískil hvat tey skulu gera við evropameistarastevnuna í stuttum hyli, ið sum kunnugt eisini er í desember mánaða (øll ár, líka sum ólíka). Les á swimnews.dk og swimnews.com
Category: Kapping
USA vil loyva undantøkum frá regluni móti superdraktum, um orsøkin er religiøs ella læknalig
Amerikanska svimjisambandið hevur sum kunnugt sett bann fyri heildraktum í yngru aldursbólkunum, til at umganga at svimjiúrslit verða ein spurningur um hvør sum hevur flest pengar. Men nú slækka tey fyri banninum, til at umganga at diskriminera ávísar trúðarbólkar, og børn sum vegna sjúku skulu umganga beinleiðis sólarljós. Bannið verður fasthildið, men børn kunnu nú søkja um at sleppa undan, um tey hava orsøk til tess. Les SwimInfo.com
Manaudou gevst fyri í ár
Hon stríðist við pínu í økslini og harav í høvdinum, og velur tí at steðga við venjingini fyri í ár. Og verður tískil ikki at síggja á HM í Rom. Tit kunnu lesa upprunasøguna á fronskum á lequipe.fr, ella noyðast við styttu donsku útgávuna á swimnews.dk
Pál vann kappingina um flest heiðursmerki á RIG 2009
Stevnan í Íslandi var sum flest nokk gita mest venjing hjá Pál, sum eisini endaði við at teir báðir Pál og Bjarnason vóru nakað seinir avstað til felagsdøgverðan aftaná síðstu kapping, av tí at Pál skuldi venja eitt sindur (nógv) afturat. Men tó so kundi hann svimja skjótt, og gjørdist tískil tann svimjari sum við 4 gull og 2 bronsu vann flest heiðursmerki av øllum monnum, framman fyri so mætan mann sum Alexander Dale Oen , og eisini tá ið yngri bólkurin verður taldur uppí.
Har var tó tvær gentur sum vunnu meira, nevniliga Mie Ø. Nielsen úr Aalborg og Lise Sand Syversen úr Noregi. Men soleiðis plagar tað eisini at vera, at svimjarar í yngri aldursbólkum vinna meira, av tí at tey bestu har skara meira framúr, og orka betri at kappast ofta. Sí Medal Count By Athlete, á www.aegir.is
Góður skurður á Reykjavík International 2009
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya, sunnudag 18. januar 2009
4 gull, 6 silvur og 13 bronsu til føroysku svimjararnar á Reykjavík International 2009
So er Reykjavík International av á hesum sinni, og føroyingarnir stóðu seg bara heilt væl. Okkara svimjarar vunnu tilsamans 4 gullheiðursmerki, 6 silvur og 13 úr bronsu, og svumu seg sum heild til flottar forbetringar. Serliga var tað Pál Joensen sum gjørdi vart við seg í Íslandi, við at fáa næstflest FINA stig av øllum, seta stevnumet fýra ferðir, og tvær ferðir svimja skjótari enn íslendska metið, hóast hansara egnu føroysku met á hesum teinum ongantíð vóru í vanda.
Continue reading Góður skurður á Reykjavík International 2009
Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á RIG 2009
Tíðindaskriv frá SSF, sunnudag 18. januar 2009
Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á Reykjavík International
Føroysku svimjararnir hava kvalifiserað seg tilsamans 23 ferðir til tær 14 kappingarnar sum eru á Reykjavík International nú kl 16 í dag, og vit kunnu vænta okkum í øllum førum okkurt gull. Pál skal svimja 200 frí, har hann í 400 frí í gjár setti stevnumet eisini á 200 metra teininum, og tað er tí lítið at ivast í at hann kann svimja skjótari í dag. Vit hava 3 gentur við í 50 rygg, 3 í 50 firvald, 4 dreingir í 50 bringu, og 3 dreingir við í 50 frí, men tað er tó mest sannlíkt á longru teinunum hjá Pál – 200 blandað, 100 firvald og 200 frí – at vit veruliga gera okkum galdandi.
Continue reading Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á RIG 2009
2. dagur á RIG 2009
Tað vísir seg at íslendingar á Reykjavíkar International geva heiðursmerki til bæði svimjarar føddir ‘1995 og yngri’, og til svimjarar føddir ‘1994 og eldri’. Og harvið reyk føroyski heiðursmerkjaúrskurðurin upp á 3 gull, 4 silvur og 7 bronsu, frá kappingini fríggjadag og leygardag tilsamans.
Continue reading 2. dagur á RIG 2009
Kitajima droppar HM í Rom
Japanski OL-gullvinnarin í 100 og 200 bringu, bæði í Athen og í Beijing, hevur ikki verið í hylinum aftur síðani Beijing, og fer tí ikki at luttaka á hvørki japansku meistarastevnuni, ella á heimsmeistarastevnuni í Rom í summar. “I haven’t been swimming as you know. I don’t miss the competition, it feels great not to be training at this time of year. It’s the first chance I have had to physically and spiritually enjoy life.”. Les her á eurosport.yahoo.com
RIG 2009, 2. dagur innleiðandi
Har er nógv gott í væntu, nú seinnapartin, eftir at føroyingarnir kvalifiseraðu seg 12 ferðir afturat til finalu, umframt at riðilin hjá Pál Joensen í 400 frí slapp at bíða til í kvøld. Lat meg heldur lista tað upp, so at klutur ikki kemur í:
- 50 rygg menn: Magnus Jákupsson í B-finalu, Høgni Miné í A-finalu
- 50 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge í B-finalu, Malan V. Bærendsen í A-finalu
- 50 firvald menn: Eingin føroyingur
- 50 frí kvinnur: Hildur á Fløtti í B-finalu, Shaila millum Garðarnar í A-finalu
- 400 frí menn: Pál Joensen í A-finalu (stevnumet eigur Pál við 4.08.33, íslandsmet er Ørn Arnarson við 3.56.91)
- 200 blandað kvinnur: Eingin føroyingur
- 200 rygg menn: Høgni Miné, Magnus Jákupsson og Pál Joensen í A-finalu
- 100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy í B-finalu, Birita Debes í A-finalu
- 100 bringa menn: Ólavur S. Petersen í B-finalu, Jón Hofgaard í A-finalu
- 200 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge í A-finalu
- 200 firvald menn: Pál Joensen í A-finalu
- 100 firvald kvinnur: Astrið Foldarskarð og Ann Mari Midjord í B-finalu, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í A-finalu
- 100 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard í A-finalu
- 200 frí kvinnur: Eingin føroyingur
Tey byrja at kappast kl 16:30, seinnapartin í dag. Live chat og videobrot kunnu síggjast á www.svimjing.com/live
Continue reading RIG 2009, 2. dagur innleiðandi
1 gull, 1 bronsa og 21 finalupláss á 1. degi av RIG 2009
Úrslitini tyktust eitt sindur svingandi, higani úr Føroyum, sum um at svimjararnir vóru móðir av ferðini, og kanska eisini høvdu torført við her-og-nú at skula umstilla seg til at svimja á langbana. Men vit fingu rættiliga nógvar betringar, umframt eina rúgvu av kvalifiseringum til finalu í morgin. Og so tey bæði heiðursmerkini vit væntaðu: Gull og stevnumet til Pál Joensen í 1500 frí, og bronsuheiðursmerki til Monu Simonsen í 800 frí.
Av serliga áhugaverdum tíðum kunnu nevnast, at Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag kvalifiseraði seg til finaluni í 50 firvald við tíðini 31.06, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 30.92. 13 ára gamla Birita Debes úr FLOT betraði seg somuleiðis heilt nógv, tá hon kvalifiseraði seg til A finaluna í 50 rygg við tíðina 33.05, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 32.45. Og í 50 frí vóru tær tríggjar undir 30 sekund – Shaila, Hildur og Astrið – sum er bara heilt ókey á langbana.
Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á hesari heimasíðu.
