FM 2008 sendingin fæst nú til keyps á DVD

Sum tit kunnu lesa her á ssf.fo:

FM í svimjing í ár, varð sum kunnugt sent beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum um vikuskiftið.

Nú er møguligt at ogna sær hesar sendingar á fløgu, og kunnu tær keypast frá Svimjisambandi Føroya. Talan er 3 fløgur, sum kunnu keypast fyri kr. 250,-

Hevur hetta tykkara áhuga, so er at flyta kr. 250,- til konto í Norðoya Sparikassa nr. 9865-495.373.2 og vit senda fløgurnar til navn og adressu hjá avsendara av flytingini.

Continue reading FM 2008 sendingin fæst nú til keyps á DVD

Offisielli úrslitalistin frá FM 2008

Viðfestur er úrslitalistin frá FM 2008, umframt ‘RE-fílan’ sum inniheldur allar tíðir svomnar á meistarastevnuni, til venjarar og feløg at koyra inn í hagtals- og tilmeldingarforritið hjá WinGrodan.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg varð

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 34 14 12
FS 6 5 13
HS 2 16 10
Ægir 2 2
Reki 1
FLOT 1

Continue reading Offisielli úrslitalistin frá FM 2008

Stóri beiggi fekk uppreisn í 50 bringu

Tað hendur kanska ikki so ofta, men leygardagin vann lítli beiggi (Jón Hofgaard) á stóra beiggja (Dánjal Martin Hofgaard) í 100 m bringu. Tað videobrotið kom eg av óvart at sletta. Sunnudagin fekk stóri beiggi hevnd mótir lítla beiggja í 50 m bringu. Vinnarin var Pál Joensen við tíðini 31.27.

Geil 1 2 3 4 5 6

Svimjari Jóhann Heðinsson Jón Hofgaard Pál Joensen Dánjal Martin Hofgaard Ólavur S. Petersen Kristian Joensen

Felag FS Susvim Susvim Susvim HS FLOT

Shaila tók gull í 100 blandað

Shaila vann við tíðini 1:09.90. Hetta er vist nokk persónligt met. Karina Petersen og Lisbeth L. Joensen blivu ávikavist 2 og 3.

Her koma tær á mál.

Geil 1 2 3 4 5 6

Svimjari Helena Sævarsdóttir Guðrun Holm Jacobsen Karina Petersen Shaila millum Garðarnar Lisbeth L. Joensen Poula Ø. Mohr

Felag Susvim HS FS Susvim HS FS

Pál rak gullið heim í 200 frí

Tað var eyðsæð, at Pál ikki royndi eftir sítt egna met í 200 m frí, men tað var eiheldur neyðugt fyri at vinna gull. Tíðin hjá honum var 2:04.39.

Seinastu 50 metrarnir í finaluni.

Geil 1 2 3 4 5 6

Svimjari Jákup Klein Hansen Dánjal Hestoy Pál Joensen Bjarni M. Petersen Tróndur Olsen Sofus Bech

Felag HS HS Susvim Ægir FLOT Susvim