Ægir vann FLOT stevnuna

FLOT stevna var á Toftum í dag, har okkara yngstu svimjarar kappaðust í vanligu greinunum, umframt onkrari par-grein og mix-stafett. Úrslitið var at Ægir vann flest heiðursmerki – 8 gull, 7 silvur og 6 bronsu – við SuSvim sum nummar tvey og FLOT sum nummar trý. Sí viðfesta úrslitalista, og les meira til at síggja heiðursmerkjabýtið.

CIMG2461
Continue reading Ægir vann FLOT stevnuna

FINA hevur broytt junioraldurin hjá gentum og dreingjum

Veit ikki um tit hava lagt merki til hetta, í hasum seinasta tíðindaskrivinum frá FINA: “new age limits for the FINA World Junior Swimming Championships (boys – 16-18 years old; girls – 15-17 years old)”. Mær vitandi vóru aldursbólkarnir ávíkavist 17-18 og 15-16 áðrenn hetta, sum so merkir at nakrir eitt sindur yngri dreingir og nakrar eitt sindur eldri gentur sleppa við, tá ið Junior-HM verður í Peru í 2010.

Eingir Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so hevur Ítróttarsamband Føroya nú slept ætlanunum um at hava Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015, við støði í verandi ítróttaanleggum, verandi gistingarmøguleikum, fíggjarligu støðuni í samfelagnum, kostnaði hjá hinum londunum at koma higar, “og ikki minst, hvørjar aðrar oyggjar bjóða seg fram at vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2015”. Niðurstøðan er eisini grundað á, at stórt og umfatandi og ikki minst kostnaðarmikið tilfar skal framleiðast innan 1. september í ár, tá freistin at bjóða seg fram til 2015 fer. Tann pening metir ÍSF seg ikki at eiga at nýta, nú møguleikarnir allíkavæl ikki eru so góðir at fáa leikirnar.

Avstralar strika heimsmetið hjá Alshammar, tí hon var í tveimum draktum

Ekstra Bladet og SwimNews.dk vita nú at siga, at tað allíkavæl ikki varð til heimsmet hjá svensku Therese Alshammar í gjár, tá ið hon á avstralsku langbanameistarastevnuni svam 25.44 í 50 firvald. Trupulleikin var nevniliga, at hon var í tveimum svimjidraktum, í mótstríð við nýggju FINA reglurnar frá leygardegi av, og at dómararnir tí sóu seg noyddar at kolldøma hana. Alshammar hevur valt at kæra avgerðina. Les eisini SwimNews.com

Tveir bretar undir heimsmetið í 400 frí

Man má siga at bretar verða bara meira og meira klárir til OL í London 2012, nú Rebecca Adlington á bretsku langteinameistarastevnuni í gjár mátti noyðast við silvur við tíðini 4:00.89, hóast hon var undir ‘gamla’ heimsmetið hjá Federica Pellegrini á 4:01.53, tí at (eisini bretska) Joanne Jackson vann gull og setti heimsmet við tíðini 4:00.66. Les SwimInfo

Afturlit: Skálafjarðarsvimjingin 2000

Bartal hevur hjálpt mær at fáa hesa videoina á netið, sum er video frá Skálafjarðarsvimjingini 2000 í fullari longd. Stuttligt at síggja so nógv kend andlit í videoini, sum ikki akkurát tá vóru so øgiliga nógv frammi í svimjingini. Og orsaka tann nógva vindin, og óstøðugu myndina undir sjálvari svimjingini… vánaligt kamera, vindur, og so rullaði tað jú 🙂

Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

Kanadiska Annamay Pierse setti í gjár nýtt heimsmet í 200 bringu, við at svimja 2:17.50 á kanadisku stutthyljameistarastevnuni, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá Melbourne í 2003 var 2:17.75.

Her er eitt brot við Pierse frá OL í Beijing, har hon gjørdist nr 6 …


Continue reading Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum