Innbjóðing til Ægir stevnu

Innbjóðing til Ægir kapping 13-14 sep. bólkur 1 og eldri. (eftir nýggju skipan)

Tilmeldingar fílan verður send í næstum, um 1-2 dagar

Feløgini verða at møta við trimum hjálparfólkum.

Elin Matras verður yvirdómari

Heiðursmerkir verða ikki latin.

Seinasta at melda til er mikudagin 10-09-08 Kl. 23

Vónandi bera tit yvir við mær, at innbjóðingin kemur so seint.

Við heilsen

Ægir

Símun Akursmørk

Continue reading Innbjóðing til Ægir stevnu

Bin Laden skal byggja hylin til HM í Dubai í 2010

“Saudi Binladin Group” sleppur at tekna og byggja svimjihøllina sum skal brúkast til HM í Dubai í 2010, fyri umleið 1.5 milliardir krónur (ella 300 milliónir dollarar). Talan er ‘bara’ um stuttbana, har sjálvur kappingarhylurin er 10 geilir breiður og 25 metrar langur. Men mon ikki tey byggja ein ella tveir upphitingarhyljar eisini, og okkurt flott afturat, fyri hasa hálvuaðru milliardina? Lesið tradearabia.com

Tað gongur framá hjá krabbameinsrakta Eric Shanteau

Hann valdi sum kunnugt at útseta viðgerðina vegna OL í Beijing, men er nú skurðviðgjørdur fyri krabbamein í eistri. Eftir tað skuldi hann halda pausu í 4 vikur ella so, men ætlar so at taka venjingina upp aftur umleið 15. september, fram í móti HM í Rom, komandi summar. Lesið espn.go.com

Phelps donerar milliónina frá Speedo til vælgerðandi endamál

Michael Phelps fekk sum kunnugt eina millión (av dollarum!) frá Speedo, sum bonus fyri at klára at vinna meira enn 7 gull í Beijing. Men nú velur hann at koyra allan hendan pening í ein grunn kallaður “The Michael Phelps Foundation”, at brúka til at breiða út eina undirvísingarætlan kallað “Dream, Plan, Reach”, sum hann sjálvur hevur havt nógva nyttu av. Hugsjónin í hesum ‘programmi’ er longu sum barn at seta sær mál, sum man so leggur ætlanir fyri hvussu man skal røkka, og annars følir persónliga ábyrgd fyri at royna at náa. Sovorðið sum at eitt sunt og heilsugott lív er neyðugt, um tú skal kunna náa tínum dreymum. Lesið SwimInfo Continue reading Phelps donerar milliónina frá Speedo til vælgerðandi endamál

Joan Bláfoss er heimsmeistari í langteina-triathlon fyri lið

Hetta stendur at lesa her í Norðlýsinum. Langteina-triathlon er 4 km av svimjing, 120 km av súkkling og 30 km av renning, og altso rættiliga líkt tiltiknu “Ironman” kappingini á Hawaii (3,8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning). Joan varð nr 7 av øllum kvinnum tilsamans, og við tað at hinar báðar á liðnum gjørdust nr 2 og 11, rakk tað til eitt fyrstapláss í liðkappingini. Continue reading Joan Bláfoss er heimsmeistari í langteina-triathlon fyri lið

So er nýggja bólkabýtið sett í verk

Føroyska svimjiárið byrjar offisielt tann 1. september á hvørjum ári, og dagurin í dag er tí dagurin tá ið vit skifta til nýggja bólkabýtið. Gomlu metini í bólki 1, 2, 3, 4 og 5 verða nú fryst og arkiverað, og skift verður so til eina meira altjóða skipan, við ‘seniorum’ og ‘juniorum’, umframt trimum yngri aldursbólkum. Størsti munurin er tó, at aldursbólkarnir nú eru forskotnir, so at gentur fyrr koma í ein ávísan bólk, enn dreingir.

Bólkarnir eru í ár:

  • Senior: Gentur árgang 92 og eldri, dreingir árgang 90 og eldri
  • Junior: Gentur árgang 93-94, dreingir árgang 91-92
  • Bólkur 1: Gentur árgang 95-96, dreingir árgang 93-94
  • Bólkur 2: Gentur árgang 97-98, dreingir árgang 95-96
  • Bólkur 3: Gentur árgang 99 og yngri, dreingir árgang 97 og yngri.

Meistarastevnan fyri juniorar (“UM”) verður avgreidd í innleiðandi partinum av FM, og ein onnur SmáUnglingaMeistarastevna (“SUM”) verður so fyri bólk 1, 2 og 3. Árið í ár verður eitt ár við nógvum juniormetum, við tað at tey byrja við einum ‘blankum’ arki, meðan seniormetini nokk eru kend allíkavæl (tað eru tey bestu yvirhøvur). Føroysk met verða ikki skrásett fyri bólk 1, 2 og 3, men ein ranglisti verður gjørdur hvørt árið.

Sí annars t.d. susvim.com Continue reading So er nýggja bólkabýtið sett í verk