Tíverri visti eg ikki av at hann fór eftir metinum um morgunin, og byrjaði tí ikki at filma fyrr enn teir fyrstu 300 metrarnir vóru svomnir. Men síðstu 100 metrarnir er meira enn einki 🙂
Category: Kapping
U.S. Nationals er ‘live’ beint nú
Tey svimja finalur nú seint um kvøldið, har yviri í Indianapolis. Amerikanska meistarstevnan og úttøka til heimsmeistarastevnuna í Rom. Til ber at síggja stevnuna ‘live’ her á universalsports.com. Til ber eisini at fylgja við tíðunum ‘live’ á www.omegatiming.com, umframt at síggja úrslitini her. Kappast verður til og við leygardagin, við finalum frá umleið kl 22:30, føroyska tíð.
Pauli í Prag
Heilsan úr Prag í gjárkvøldið: “Komu til Prag sunnukvøldið í øllum góðum. Í dag hevur Pauli vant í 50m hyli uttandura hylinum har EJM verður. Pauli sigur at vatnið følist bara væl. Stadion er flott: tveir 50m hyljar, ein inni og ein úti, og so ein 25m hylur úti. Veðrið í Prag er gott, 27 stig í skugganum”.
Give it up for Supermanx
Løgmaður um úrslitini á Oyggjaleikum
Samandráttur av svimjingini á Álandi
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 21 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 11 bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikum á Álandi. Hartil settu teir 15 nýggj oyggjaleikamet, 20 føroysk met, 7 juniormet og 6 landsliðsmet, umframt at ein svam seg til gullnál, og at ein afturat kláraði kravtíð til EM í Istanbul í desember. Allir svimjarar settu persónligt met í onkrari grein, og allir vunnu sær okkurt gullheiðursmerki, sum er eindømi í føroyskari svimjing.
Skilnaðarstund í Mariehamn
Lezak velur Maccabiah Games fram um HM
Maccabiah Games eru eitt slag av olympisku leikum hjá jødum, sum teir halda 4. hvørt ár í Ísrael, fyri jødum kring allan heim. Amerikanski Jason Lezak, sum er av jødiskum uppruna, velur í ár hesa kapping fram um heimsmeistarastevnuna í Rom, hóast hann óivað hevði møguleika at kvalifisera seg til HM eisini. Kelda: Associated Press.
Mínar myndir úr Álandi
Her rímiliga útvaldar, so at bara einar 589 eru eftir. Til ber at síggja myndarøðina í fullari stødd her á Flickr.
Phelps fer at luttaka á World Cup í Stockholmi
Hetta skrivar www.simma.nu: “Den svenska deltävlingen av World Cup, i Stockholm 10-11 november kommer att få ett rejält lyft, i bassängen. Meste OS-mästaren Mike Phelps kommer nämligen på besök och det innebär att Stockholms deltävlingen får en riktig kick“.