Bartal E. Eidesgaard megnaði at svimja seg til nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, og aðrir svimjarar hartil til persónlig met, hendan næsta dagin á Danish Open 2025. Tey kappast víðari í morgin og ovurmorgin.

Bartal E. Eidesgaard megnaði at svimja seg til nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, og aðrir svimjarar hartil til persónlig met, hendan næsta dagin á Danish Open 2025. Tey kappast víðari í morgin og ovurmorgin.
Jonna Joensen (2005, Ægir) megnaði at svimja seg éitt pláss longur fram í úrslitalistanum, tá ið hon í A-finaluni í 200 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 2:33.51 og sættapláss, í mun til eitt sjeyndapláss í innleiðandi og eitt 10. pláss í startlistanum. Sí úrslitalistan her á Swimify
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann vann B-finaluna á Danish Open 2025, við tíðini 29.16. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.27, frá EM í Beograd í fjør. Sí úrslitalistan her
Jonna Joensen (2005, Ægir) megnaði í morgun at svimja seg í A-finalu á Bergen Swim Festival 2025, tá ið hon innleiðandi riðlunum í 200 metra firvaldasvimjing svam seg til pláss sum nr 7 av 18 luttakandi, við tíðini 2:31.94. Sí úrslitalistan her
Hatta gekk jú bara heilt gott, hendan fyrsta dagin á Danish Open 2025. Lea O. Højsted (2008, Ægir) tvær ferðir føroyskt met og juniormet í 100 bringu, og Líggjas Joensen (2008, Ægir) bronsumerki í 800 frí. Hartil fleiri persónlig met, sí yvirlitið her:
Lea O. Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í kvøld at seta føroyskt met og juniormet, tá ið hon vann B-finaluna á Danish Open við tíðini 1:12.48. Metini hjá henni vóru 1:12.91 frá í morgun, og áðrenn tað 1:14.06 frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á Danish Open 2025, og flott persónligt met eisini, við tíðini 8:15.05 í 800 metra frísvimjing á langgeil. Hansara besta tíð áðrenn hetta, var 8:20.60. Sí úrslitalistan her.
Fyrsti finalupartur á Danish Open 2025 byrjar nú kl 16, føroyska tíð, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Sí úrslitini so hvørt her á Swimify
Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2025 sendu okkum herfyri niðanfyri standandi kunning um svimjistevnuna sum verður har á Orkney, 14. til 17. juli 2025. Sum heild sær tað rættiliga gott út, m.a. við góðum plássi til áskoðarar.
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á 1:14.06, frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her