Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EM U23 2025, sum verður í Slovakia frá 26. til 28. juni 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EM U23 2025, sum verður í Slovakia frá 26. til 28. juni 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum hin 21. september 2024, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar
European Aquatics kunngjørdi fyri løtu síðani hvar flestu evropeisku meistarastevnur verða í 2025, eftir at vit fyrst í juli fingu dagfestingarnar. EM U23 og EJM verða í Slovakia í juni/juli, meðan EMS og EMS fyri masters verða í Póllandi í desember. Sí len.eu
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna sær eitt bronsuheiðursmerki afturat á donsku meistarastevnuni fyri juniorar, tá ið hann og hinir á liðnum úr Aalborg svumu seg til samlaða úrslitið 3:29.87 í 4×100 frí á langgeil. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna gull og junior-gull á donsku meistarastevnuni á langgeil 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 16:14.08. Hetta í hørðum dysti við Malthe Elias Wolgast (2006) úr Vejle, sum Líggjas tók í spurtinum. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) royndi seg eisini í stafettum í dag, fyrst í morgun í 4×200 blandað, har Líggjas og teir úr Aalborg vunnu silvurheiðursmerki, og síðani í 4×100 frí í kvøld har Líggjas sum fyrsti svimjari svam skjótast av teimum fýra út Aalborg, til eitt klubbmet og her sjeyndapláss á DM 2024. Hartil royndi hann seg í DM-finalu í 200 frí, har hann varð nr 6 við úrslitinum 1:55.03
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at vinna sær silvurheiðursmerki í juniorkappingini á donsku meistarastevnuni á langgeil 2024, umframt at svimja seg í A-finaluna á sjálvum DM, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 1:53.59. Besta tíð hjá honum nakrantíð, er 1:53.14, sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til óført bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, bæði í opna bólkinum og í kappingini fyri juniorar, tá ið hann í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 8:20.60. Sí úrslitalistan her
Danska Meistarastevnan byrjar í morgin, har Líggjas Joensen (2008) úr Ægir eisini fer at luttaka, nú sum partur av Aalborg Svømmeklub.
Úrslitini frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024 síggjast nú her á SwimRankings, har vit millum annað kunnu staðfesta, at teir báðir Heini M. Askham (2006) úr Ægir og Isak D. Brisenfeldt (2006) úr HS betraðu seg í minst einari grein í part, og Isak hartil í øllum seks greinum sum hann luttók í.