Danska Meistarastevnan byrjar í morgin, har Líggjas Joensen (2008) úr Ægir eisini fer at luttaka, nú sum partur av Aalborg Svømmeklub.
Líggjas fer at luttaka í hesum greinum
- Hósdag 11. juli – 800 frí – tilm.tíð 8:30.79 (nr 6 av 30)
- Fríggjadag 12. juli – 200 frí – tilm.tíð 1:53.20 (nr 10 av 87)
- Leygardag 13. juli – 1500 frí – tilm.tíð 16:17.40 (nr 5 av 14)
- Sunnudag 14. juli – 400 frí – tilm.tíð 4:03.57 (nr 9 av 50)
Í 800 og 1500 frí er hann millum teir sum fara beint í skjótasta riðil í finalupartinum seinnapart, meðan tað í 200 og 400 frí er við innleiðandi um morgunin.
Og soleiðis sum danska skipanin er skrúvað saman, so sær tað út til at hann fær luttikið í DM fyri juniorar eisini, har hann er enn betri styrkismettur.
Umframt at møguligir útlendingar, aðrir enn føroyingar og grønlendingar, ikki kunnu gerast danskir meistarar ella juniormeistarar.
Líggjas er saman við familju síni fluttur niður nú í summar, har hann skal búgva og venja í Aalborg. Og her er tað so at hann longu er farin at kappast eisini.
Her er ymiskt í sambandi við hetta DM
Innleiðandi byrjar kl 09:30, danska tíð, sum er kl 08:30 í Føroyum, og finalur kl 17:00, danska tíð, sum er kl 16:00 í Føroyum.