Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. oktober 2024

Her eru úrslitini frá “Suðuroyar Sparikassa” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 12. oktober 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify.

Isak 2:02.66 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak D. Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków” vann kappingina í hesi grein við tíðini 2:02.66. Isak átti sjálvur føroyska juniormetið á 2:03.62, frá NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi í desember í fjør. Sí úrslitalistan her

light post
Photo by Jade on Pexels.com

HS heiðursmerki eisini 2. dag í Krakow

Svimjarar úr Havnar Svimjifelag gjørdu aftur í dag vart við seg, á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”. Bartal og Isak vunnu ávikavíst gull og silvur í 100 frí, og Isak setti eftir øllum at døma juniormet í 200 firvald.

Tað sær sostatt út til, at Isak D. Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet, við at svimja 2:02.66 í 200 firvald, har hansara egna met frá NM/NJM í Tartu í desember í fjør var 2:03.62. Óli Mortensen eigur føroyska metið á 2:01.46, frá tá ið hann vann gull á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017.

light post
Photo by Jade on Pexels.com

Enn fleiri heiðursmerki til HS í Krakow

Tey svumu aftur seinnapartin á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”, og vunnu svimjarar úr Havnar Svimjifelag sær tá enn fleiri heiðursmerki.

Sum skilst vóru eisini heiðursmerki í aldursbólkum, bæði í morgun og seinnapartin.

Isak D. Brisenfeldt endaði við at hava næstbesta avrik á stevnuni, éitt AQUA-stig aftanfyri nr 1, meðan Bartal E. Eidesgaard hevði hitt fjórbesta hjá monnum.

light post
Photo by Jade on Pexels.com

Heiðursmerki til HS í Krakow

Tey byrjaðu tíðliga í morgun at kappast á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”, og hava svimjarar hjá HS longu vunnið heiðursmerki.

Isak hevur til nú 4. besta avrik á stevnuni, við úrslitinum í 100 firvald, meðan Bartal hevur tað 7. besta, við úrslitinum í 50 frí. Sí listan her

light post
Photo by Jade on Pexels.com

HS á svimjistevnu í Póllandi

Ein hópur hjá Havnar Svimjifelag er í hesum døgum í Krakow í Póllandi, á venjingarlegu umframt at tey nú leygardag 12. og sunnudag 13. oktober fara at luttaka á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”.

Startlistar og úrslit síggjast her á livetiming.pl

light post
Photo by Jade on Pexels.com
Continue reading HS á svimjistevnu í Póllandi