Tey svumu aftur seinnapartin á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków”, og vunnu svimjarar úr Havnar Svimjifelag sær tá enn fleiri heiðursmerki.
- Bartal E. Eidesgaard (2003), 1:03.89 og gull í 100 bringu (647 AQUA-stig)
- Isak D. Brisenfeldt (2006), 4:00.40 og gull í 400 frí (688 AQUA-stig)
- Isak D. Brisenfeldt (2006), 25.46 og silvur í 50 firvald (623 AQUA-stig)
Sum skilst vóru eisini heiðursmerki í aldursbólkum, bæði í morgun og seinnapartin.
- Silas D. Lindberg (2008), 1:58.92 og silvur í 200 frí 15-16 ár (583 AQUA-stig)
- Jóhannis í Stórustovu (2011), 2:12.52 og bronsu í 200 frí 13-14 ár (422 AQUA-stig)
- Silas D. Lindberg (2008), 4:46.21 og silvur í 400 blandað 15-16 ár (552 AQUA-stig)
- Silas D. Lindberg (2008), 4:08.65 og bronsu í 400 frí 15-16 ár (621 AQUA-stig)
Isak D. Brisenfeldt endaði við at hava næstbesta avrik á stevnuni, éitt AQUA-stig aftanfyri nr 1, meðan Bartal E. Eidesgaard hevði hitt fjórbesta hjá monnum.