Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til gullheiðursmerki í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Skagerrak Swim 2025 í Kristiansand í Noregi svam seg til úrslitið 1:56.06. Hetta var í aldursbólkinum 2006-2008, sí úrslitini her
Føroyskir svimjarar svumu seg aftur í dag til heiðursmerki á Reykjavík International 2025, bæði í yngra aldursbólkinum og í opnu kappingini. Sí úrslitalistarnar her á Swimify
Tey avgreiddu í dag fyrsta stevnupart á Skagerrak 2025, har eisini Líggjas Joensen (2008) og Jonna Joensen (2005) royndu seg. Líggjas vann við tíðini 8:57.61 bronsu í 800 frí, í aldursbólkinum 2006-2008. Sí úrslitini her
Tey avgreiddu fyrsta stevnupart á Reykjavík International Games 2025 í dag, og vunnu føroyingar har heiðursmerki, umframt at svimja seg víðari til finalur. Sí úrslitini her
Hetta vikuskiftið skipar Kristiansand Svømmeallianse fyri Skagerrak Swim 2025 í Kristiansand har suðuri í Noregi, við luttøku av eisini Jonnu og Líggjasi Joensen úr Aalborg Svømmeklub (og Ægir). Startlistar og úrslit síggjast her á medley.no
Reykjavík International verður nú fríggjadag 24. til sunnudag 26. januar 2025, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.
Hygga nú vit – Líggjas Joensen tilnevndur til heiðurin sum Ítróttastjørnuskotið 2024, hjá Ítróttasambandi Føroya.
Lesið her á heimasíðu ÍSF:
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) kappaðist í vikuskiftinum í Atlanta, og megnaði har at seta persónligt met, tá ið hon hon í 50 yard ryggsvimjing svam seg til úrslitið 25.37. Eisini varð hon nr 2 í 200 yard ryggsvimjing. Sí hennara úrslit her á Swimcloud
25.37 í 50 yard rygg er umroknað 28.12 í 50m rygg á stuttgeil, við hesum umroknara. Føroyska metið hjá Elisabeth er 28.49 í 50m rygg á stuttgeil, frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023.
Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.