ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini

Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast – t.v.s. í øllum førum til og við 13. apríl

So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við. Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at øll feløg og sambond innan ÍSF virða seinastu almennu tilráðingarnar.

Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk – bæði innandura og uttandura – í øllum deildum og aldursbólkum halda steðg í øllum førum til og við 13. apríl, sum er seinasta tilráðingin frá almennu myndugleikunum.

– Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at skerja smittuvandan. Støðan skal framvegis takast í størsta álvara. Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

covid-19 photo
Image courtesy of TheDigitalArtist, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Cameron van der Burgh hevur stríðst við COVID-19 sjúku í 14 dagar

Suðurafrikanski Cameron van der Burgh skrivar á Twitter um hvussu hann síðstu 14 dagarnar hevur verið illa raktur av COVID-19 sjúku, fyri nú at vera tíbetur í batning men enn veikur.

Cameron van der Burgh vann gull í 100 bringu á OL í London í 2012, og silvur í somu grein á OL í Rio de Janeiro í 2016, umframt at hava vunnið HM gull á langgeil í 2009 og 2013 og á stuttgeil í 2010, 2016, og 2018.

Cameron van der Burgh er 31 ára gamalur

10 ráð til tín, sum kennir ótta av coronasmittuni

Sinnisbati hevur savnað sama 10 góð ráð til tín, sum kennir ótta av coronasmittuni

  1. Tað hevur sera stóran týdning, at vit ansa væl eftir okkara sálarheilsu hesa tíðina – og ansa eftir hvørjum øðrum.
  2. Tað er púra vanligt, at vit gerast stúrin, bangin, kenna ótta og strongd, tá vit eru í kreppu. Tað kann tí hjálpa at tosa við onnur fólk um tína/tykkara støðu fólk, sum tú hevur álit á.
  3. Tað hevur stóran týdning, um tú mást vera heima vegna sóttarhald, stongd arbeiðspláss ella sjálvboðið sóttarhald, at tú heldur teg til sunnan mat, fært sovið, likamliga venjing og ert saman við fólki, sum tú ert góð/ur við.
  4. Best er ikki at nýta rúsevni og rúsdrekka fyri at megna ringu kenslurnar. Um tú ikki følir, at tú hevur tamarhald á støðuni, kanst tú práta við onkran serkønan um tína støðu.
  5. Fakta er gott at hava upp á pláss. Tí er týdningarmikið, at tú finnur álítandi keldur, sum greiða tær frá, hvussu tú kanst ansa eftir tær sjálvum. Tað kann vera hjá Altjóða Heilsustovninum, WHO, Degi & Viku og Landslæknanum.
  6. Tú kanst royna at leiða burtur tín ótta við at gera ymiskt, sum kennist væl fyri teg. Eitt nú hyggja eftir einum filmi saman við tínum nærmastu, spæla spøl, lurta eftir poddvørpum ella okkurt heilt annað.
  7. Tú kanst royna at arbeiða við teimum amboðum, tú vanliga hevur brúkt, tá tú hevur havt ótta og aðrar avbjóðingar í lívinum. Tað kann hjálpa tær at stýra kenslunum, meðan samfelagið er í hesi støðuni.
  8. Tað kann vera gott at merkja eftir í kroppinum, um tú upplivir ótta í hesum sambandi. Tú kanst royna at gera djúpar andadráttarvenjingar heilt niður í búkin og blása óttan úr kroppinum.
  9. Royn og sov væl og ikki hugsa ov nógv um tað, tú óttast. Tað kann kennasttorført, men tað kann geva ró og rúm fyri jaligum tonkum.
  10. Hygg kring teg. Hvat sært tú? Legg merki til smálutirnar, har tú ert. Tað snýr seg um at hugsa um okkurt annað og leiða tankarnar vekk frá óttanum, soleiðis at tú kanst koma aftur til tín sjálvs.

Sinnisbati hevur savnað hesi ráð á eini plakat, sum tú sært niðanfyri. Les meira á heimasíðuni hjá Sinnisbata, hana finnur tú her

coronavirus photo
Image courtesy of geralt, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Team Danmark ávarar ímóti harðari venjing (!)

Lesið her á teamdanmark.dk:

Der findes meget lidt viden om, hvordan coronavirus påvirker atleter i hård træning. Men atleter og alle andre bør ikke udføre ekstremt udmattende træning i øjeblikket. Det kan muligvis medføre en øget risiko for infektioner.

Der er tidligere lavet få studier, som bygger på en teori om, at der kan være et såkaldt ‘open window’ efter meget hård træning (dvs. ekstremt udmattende træning), hvor immunforsvaret kan være svækket i timerne efter træning. Teorien er, at man ved meget hård træning er mere modtagelig overfor infektioner, og teorien understøttes af studier på maratonløbere, som viser øget forekomst af luftvejsinfektioner i dagene efter et løb.

Derfor anbefaler Team Danmark, at man ikke skal udføre ekstremt hård træning i disse uger, og man skal som altid være forsigtig i forhold til overtræning. Det råd er i øvrigt gældende uanset, om vi har coronavirus eller ej, forklarer Team Danmarks direktør, Lone Hansen.

Kelda: Team Danmark
Continue reading Team Danmark ávarar ímóti harðari venjing (!)

Ráð og uppskot til okkum sum eru heima ella avbyrgd vegna COVID-19

Nú gerandisdagurin næstu vikurnar er so munandi broyttur av hesi farsótt sum herjar, er tað alneyðugt at vit ansa eftir okkum likamliga og sálarliga.

covid-19 photo

Her koma tí nøkur ráð og uppskot sum vónandi kunnu hjálpa eitt sindur, nú so nógv eru send heim og kanska enntá eru avbyrgd, við uppgávu at halda seg sjálvi í gongd.

Continue reading Ráð og uppskot til okkum sum eru heima ella avbyrgd vegna COVID-19

SSF skriv til feløgini um koronasmittuna

Góðu svimjifeløg

Um nakar skuldi ivast, so taka vit í Svimjisambandi Føroya sjálvsagt fult undir við tilmæli ÍSF um at steðga við øllum ítróttarvirksemi í fyribils tvær vikur, sum lýst á heimasíðum ÍSF og SSF:

Tað vil siga eingin venjing, eingin kapping og ongi tiltøk annars har menniskju møtast, óansæð aldursbólk ella støði.

Continue reading SSF skriv til feløgini um koronasmittuna

Swim Open Stockholm avlýst

Sviar kunngjørdu um døgverðatíð í dag at ársins Swim Open Stockholm verður avlýst vegna støðuna við COVID-19 coronavirus. Hetta er hin OL-úttøkustevnan hjá donskum og harvið eisini føroyskum svimjarum, ífall at pláss er eftir aftaná nú avlýsta Danish Open 2020. Harvið er eingin úttøkustevna eftir sambært kravtíðarskipanini hjá dønum.

eriksdalsbadet photo
Photo by N Stjerna

Nú steingir Noreg eisini

Fra og med i dag klokken 18.00 stenges barnehager, barneskoler, ungdomsskoler, videregående skoler, universiteter og høyskoler og andre utdanningsinstitusjoner i Norge.

– og –

De andre tiltakene som gjelder fra i dag til torsdag 26. mars er:

  • Forbud mot og stenging av kulturarrangementer, idrettsarrangementer, organisert idrettsaktivitet.
  • Stenging av alle virksomheter i serveringsbransjen, som restaurant, bar, pub og uteliv, med unntak av serveringssteder der det foregår servering av mat som kan legge til rette for at besøkende kan holde en meters avstand. Buffeter blir ikke tillatt.
  • Stenging av treningssentre
  • Restriksjoner for besøkende til alle lands helseinstitusjoner
  • Forbud mot utenlandsreise fra helsepersonell som jobber med pasientbehandling
  • Alle som kommer fra utlandet skal i karantene.

Les Dagens Næringsliv

ÍSF mælir til at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur

Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd

Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.

– Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.

– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

covid-19 photo
Photo by Nursing Schools Near Me

Í Italia sleppa nú bara tey bestu at svimja

Lesið her á SwimSwam, umframt her á heimasíðuni hjá italska svimjisambandinum – Hóast øll í Italia eru koyrd í karantenu, so sleppa tey at venja aftanfyri læstar dyr sum eru ‘av tjóðskaparligum áhuga’, skilgreinað sum tey sum í 2019 luttóku ella nú hava klárað kravtíð til italsku meistarastevnurnar í einhvørjum aldursbólki, tó undantikið nýbyrjarar og masters.