Ein nýggj ráðgeving, nevnd Tryggur ítróttur, sum skal stuðla undir trygd og trivnaði í ítróttafelagsskapum, er júst latin upp. Ráðgevingin er ætlað feløgum, íðkarum, foreldrum og øðrum, ið hava spurningar ella ivamál um trygd og trivnað. Ein royndur ráðgevi er settur – og Betri Trygging er høvuðsstuðul.
