Tey hava avgreitt fyrstu innleiðandi riðlar á “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har báðir Ægir-svimjararnir Signhild Joensen og Rókur Trygvason megnaðu at svimja seg víðari til finalur.
Author: rokur
Tveir ungir norðmenn til Føroyar at kappast
Tey bæði Andrea og Eskil Aleksander Guttormsen hava funnið vegin fram til Svimjihøllina í Gundadali, har Havnar Svimjifelag í hesum døgum skipar fyri svimjistevnu. Andrea er fødd í 2007 og Eskil í 2004, og hoyra tey til Nordlysbyen STK í býnum Alta, heilt har norðuri í Sámalandi í Noregi. Stuttligt at síggja, at summi kunnu ferðast enntá væl suður til Føroyar at kappast 🙂

Føroyar kunnu nú luttaka á Evropeiskum Leikum
Sum tit kunnu lesa í øllum førum her á portal.fo umframt her á heimasíðu ÍSF, so hevur Evropeiska Olympiska Nevndin nú givið Føroyum loyvi at luttaka á tveimum leikum teirra, og tað væl at merkja undir føroyskum flaggi.
Danski Tobias Bjerg á veg aftur eftir ferðsluóhapp
Úrvalssvimjarin Tobias Bjerg eigur donsku metini í 50 og 100 metra bringusvimjing á langgeil á stuttgeil og á langgeil, frá í 2017 og í 2018, men var so nú á heysti í 2018 fyri ferðsluóhappi, sum viðførdi ein ógvusligan heilaskjálvta. Her er ein stuttfilmur hjá Team Danmark, um hvussu hann stríðir seg aftur, lukkutíð so at hann nú aftur svimur skjótt.
FINA góðkent FM á langgeil 2019 sum úttøkustevnu til HM 2019
FINA váttaði nú seinnapartin í skrivi til Svimjisamband Føroya, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2019 er góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM 2019 í Suðurkorea. Harvið kunnu vit nú aftur í ár bjóða svimjarum at royna eftir HM-kravtíð í Føroyum, enntá nú undir eftirliti av okkara egnu altjóða góðkendu dómarum og startarum.

Signhild og Rókur til Lissabon at kappast
Portugisar skipa nú í vikuskiftinum fyri “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har eisini Signhild Joensen og Rókur Trygvason luttaka. Sum skilst verður luttøkan metstór, við einum 663 íðkarum serliga úr Portugal men eisini úr Algeria, Írlandi, Spania, Ungarn og Brasil, umframt við okkara báðum úr Føroyum.

Fimm føroyingar á FINA lista #20
Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt FINA lista nummar 20 yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.

Úrslit frá FLOT-stevnuni 26. januar 2019
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Tofta skúla hin 26. januar 2019, sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri. Orsaka seinkingina.

Innbjóðing til SMS Open í Tórshavn hin 9. og 10. februar 2019
Her er innbjóðing til “SMS Open” í Svimjihøllini í Gundadali hin 9. og 10. februar 2019, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er triðja úttøkustevna av fýra, til Oyggjaleikir 2019.

Nógvar RIG finalur til føroyingar aftur í dag
Tey hava avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á Reykjavík International 2019, og verða har nógvar finalur við føroyskari luttøku nú seinnapartin frá kl 16:00.
- í 50 rygg fyri kvinnur eru Signhild Joensen (Ægir) og Elisabeth Erlendsdóttir (HS) í A-finaluni, og Eyðrið Mortensen (HS) og Kristina í Skála (HS) í B-finaluni
- í 50 bringu fyri menn eru Róland Toftum (SuSvim), Rókur Trygvason (Ægir) og Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni, og Rani Jacobsen (SuSvim) í B-finaluni
- í 50 firvald fyri kvinnur er eingin føroysk finalu-luttøka
- í 50 frí fyri menn eru Rókur Trygvason (Ægir), Róland Toftum (SuSvim) og Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni, og Rói Bech (SuSvim) í B-finaluni
- í 400 frí fyri kvinnur er Vár E. Eidesgaard (HS) í skjótasta riðli
- í 200 blandað fyri menn er Johan N. Dam (HS) í B-finaluni
- í 200 rygg fyri kvinnur eru Signhild Joensen (Ægir), Eyðrið Mortensen (HS), Elisabeth Erlendsdóttir (HS) og Kristina í Skála (HS) í A-finaluni
- í 100 rygg fyri menn er Jónas L. Schiller (HS) í B-finaluni
- í 100 bringu fyri kvinnur er Emma Bruhn (SuSvim) í B-finaluni
- í 200 bringu fyri menn eru Rókur Trygvason (Ægir) og Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni
- í 200 firvald fyri kvinnur er eingin føroysk finalu-luttøka
- í 100 firvald fyri menn er Johan N Dam í B-finaluni
- í 100 frí fyri kvinnur eru Barbara Debes (Ægir) og Vár E. Eidesgaard (HS) í B-finaluni
- í 200 frí fyri menn er Bartal E. Eidesgaard (HS) í A-finaluni, og Martin V. Sivertesen (Ægir) og Høgni H. Thomassen (HS) í B-finaluni
Svimjistevnan verður stroymað her á oz.com. Vanliga úrslitatænastan gevur sum er eingi úrslit, men vísir í staðin til eitt keypi-app á kr 17 kallað SplashMe sum riggar úrmerkað.