Her eru startlistarnir til FøroyaMeistarastevnuna á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin til sunnudagin hin 26. til 28. apríl 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
Author: rokur
DR sending: “Svømmestjerner – under overfladen”
Áhugaverd og ræðandi sending her á dr.dk, um serliga vandan við at viga íðkarar frammanfyri øðrum. Serliga tíðin við Mark Regan og Paulus Wildeboer sum danskir landsliðsvenjarar verður viðgjørd her, umframt tá ið Michael Hinge var danskur juniorlandsliðsvenjari.
Innbjóðing til ABMS 2019
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2019 (ABMS 2019), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 17. til 19. mai 2019.
Innbjóðing til FM á langgeil 2019
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2019, sum verður í Páls Høll í Vági hin 26. til. 28. apríl 2019.
Alvi í finalu á Swim Open Stockholm 2019
Alvi Hjelm megnaði í morgun at svimja seg víðari til B-finalu á Swim Open Stockholm 2019, við tíðini 4:31.96 í 400 metra blandaðari svimjing, har hansara besta tíð nakrantíð er hansara føroyska met á 4:30.17. Í B-finaluni svam hann seg síðani til eitt 4. pláss við tíðini 4:31.86.


Føroysk luttøka á Swim Open Stockholm 2019
Swim Open Stockholm byrjaði við innleiðandi riðlum í morgun, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Sí úrslitini her á livetiming.se
Alvi 4:34.64 og 5. pláss í 400 blandað á Danish Open 2019
Alvi Hjelm svam seg í kvøld til eitt fimtapláss afturat á Danish Open 2019, tá ið hann í finaluni í 400 blandað svam teinin uppá 4:34.64. Hetta er besta tíð hjá Alva í ár, har hin nú næstbesta er 4:36.91 frá stevnu í Sabadell hin 10. mars. Alvi eigur føroyska metið á 4:30.17, frá Danish Open í 2016. Sí úrslitalistan her.

Signhild so nær bronsu á Bergen Swim Festival 2019
Tað var líka við at Signhild Joensen tók bronsu á annars sera sterka Bergen Swim Festival 2019, nú tey finaluna í 200 metra rygg í kvøld. Gull og silvur fóru trygd til Katinku Hosszu og Jenny Mensing; meðan norska Ingeborg Vassbakk Løyning tók bronsuna við 2:16.10, frammanfyri Signhild á 2:16.42.

Føroyingar í finalur eisini 3. dag á Bergen Swim Festival 2019
Tey eru nú komin til triðja og síðsta dag á Bergen Swim Festival 2019, har tey í morgun hava avgreitt innleiðandi riðlarnar. Signhild Joensen er víðari til A-finalu í 200 metra ryggsvimjing, og aðrir svimjarar eru eftir øllum at døma eisini víðari til B-finalur.

Úrslit frá Argjastevnuni 6. apríl 2019
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni á Argjum í dag hin 6. apríl 2019, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 2 og 3.
