Alvi Hjelm megnaði í morgun at svimja seg víðari til B-finalu á Swim Open Stockholm 2019, við tíðini 4:31.96 í 400 metra blandaðari svimjing, har hansara besta tíð nakrantíð er hansara føroyska met á 4:30.17. Í B-finaluni svam hann seg síðani til eitt 4. pláss við tíðini 4:31.86.
Føroysku úrslitini verða listað upp her á hesi heimasíðu. Sum heild hava tey svomið heilt ókey á hesi stevnu, niður ímóti sínum bestu tíðum, har Bartal E. Eidesgaard og Johan N. Dam enntá hava sett nøkur persónlig met.
Til stuttleikar kann nevnast at tað gongur upp á stás hjá eisini okkara tveimum vitjandi frá fyrr í vikuni, nú Katinka Hosszú hevur vunnið í øllum førum tvey gull og eina silvur, umframt at hava sett stevnumet og ársbestu tíð, og nú Jaouad Syoud hevur sett algeriskt met í 400 blandað.