Birita Debes setti í morgun nýtt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Helsinki svam teinin uppá 30.63 sekund. Hetta var stórt persónligt met hjá Biritu í mun til hennara til nú bestu tíð á 31.59 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni, og eisini akkurát undir juniormetið hjá Poulu Ø. Mohr á 30.67 frá somu Small States stevnu. Birita setti harvið tvey juniormet í teimum 5 kappingunum sum hon luttók í á EJM 2010, við 1:08.31 í 100 rygg og 30.63 í 50 firvald.
Author: rokur
Føroyingar duga enn at seta met
Nú árið 2010 er hálvrunnið, kunnu vit staðfesta at ‘superdraktirnar’ veruliga gjørdu mun, og at tað tískil er nógv torførari at seta met. Einki heimsmet er sett enn í ár, í mun til 66 á langgeil og 73 á stuttgeil í fjør, og heldur einki evropamet. Danir hava sambært scmsom.se sett éitt danskt seniormet, tá ið Mathias Gydesen í apríl svam 54.66 í 100 rygg í USA. Svenski Simon Sjödin hevur sett tvey svensk seniormet í 200 og 400 blandað, í Amsterdam í mars mánaða. Norðmenn hava sett 4 norsk, finnar 2 finsk og íslendarar 2 íslendsk. Men føroyingar, teir hava hesa somu tíð sett í øllum førum 20 føroysk seniormet á langgeil og 11 á stuttgeil, umframt 51 føroysk juniormet á langgeil og 43 á stuttgeil.
Birita Debes 1.08.31 og nýtt juniormet í 100 rygg
Birita Debes hevur í morgun svomið 50 frí og 100 rygg á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki. Í 50 frí svam hon 28.35, sum er eitt sindur frá hennara juniormet á 27.93, sett á HM í Rom í fjør summar. Men í 100 rygg svam hon 1:08.31 í mun til juniormetið á 1:08.55 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. ið sostatt er nýtt føroyskt juniormet. Birita hevur nú bara 50 firvald eftir, í morgin sunnudag.
Lívbjarging í Amerika er nógv annað enn bara svimjing
Í Kansas máttu tey bjarga einari kvinnu av einum hegni, sum hevði spiddað seg gjøgnum beinið tá ið hon vildi klatra inn um at svimja. Í Florida beit ein alligator hondina av einum tannáringi sum svam í eini kanal í grannalagnum. Í South Carolina doyði ein 10 ára gomul genta bara dagar eftir at hava fingið amøbur í seg í feskvatni nærhendis. Og í Manitoba í Kanada læra tey børn at kasta reip, tí at tað sum rætt er ofta er ein betri loysn til at bjarga onkrum, enn at royna at svimja út eisini sjálvur.
Continue reading Lívbjarging í Amerika er nógv annað enn bara svimjing
“Recovery skins”
Eitt sindur kryptiskt ‘tweet’ frá avstralska OL gullvinnaranum Stephanie Rice her:
In the recovery skins watching the hills finals then a nap…night tweeps x
Eg fái tað til at hon brúkar ‘recovery skins’ frá www.skinsusa.com, sum eru klæðir ið við kompressión skulu kunna fáa kroppin at koma seg skjótari eftir venjing og kapping.
Continue reading “Recovery skins”
Birita Debes 31.19 í 50 rygg á EJM 2010
Birita Debes luttók í morgun í 50 metra ryggsvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, sum er í Helsinki í hesum døgum. Tíðin hjá henni varð 31.19, ella umleið eitt hálvt sekund verri enn hennara juniormet og føroyska met á 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Sí úrslit her á livetiming.se.
Til tá ið tað er for keðiligt bara at hoppa av vippu
Her royna donsku fimleikararnir Carsten Houlborg og Jimmi Andersen ymiskt festligt, av 5 og 10 metra vippu. At hoppa hægri við hjálp av ‘mini trampolin’, og at gera sær glíðibreyt útav. Og at kiksa.
4 norðurlendsk heiðursmerki á EJM í dag
Svenska Henriette Stenkvist vann í dag gullheiðursmerki í 400 frí á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki, við tíðini 4:13.69 frammanfyri donsku Amalie Emma Thomsen sum vann silvur við 4:14.61. Norski Sverre Næss vann silvurheiðursmerki í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:13.77 aftanfyri týska Christian vom Lehn á 2:12.93. Og Henrietta Stenkvist vann eisini bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:13.38 aftanfyri bretsku Karley Mann á 2:11.48 og ukrainsku Daryna Zevina á 2:11.82. Sí úrslit á www.livetiming.se.
Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku
Havnar Svimjifelag skipar fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.
Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.
Birita 2:30.54 í 200 rygg á EJM 2010 í morgun
Birita Debes luttekur sum kunnugt á evropeisku juniormeistarastevnuni, sum er í Helsinki í hesum døgum. Í morgun skuldi hon royna seg í 200 metra ryggsvimjing, og svam tá 2:30.54, har juniormetið hjá henni frá Small States 2010 í juni mánaða er 2:30.53. Altso éin hundraðpart frá metinum. Sí úrslit her á livetiming.se.