Føroyingar royndu seg aftur í kvøld í finalum á Danish Open 2023, og gekk tað bara heilt væl. Lea Osberg Højsted setti nýtt føroyskt met og juniormet, og Elisabeth Erlendsdóttir svam seg til gullnál

Føroyingar royndu seg aftur í kvøld í finalum á Danish Open 2023, og gekk tað bara heilt væl. Lea Osberg Højsted setti nýtt føroyskt met og juniormet, og Elisabeth Erlendsdóttir svam seg til gullnál
Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til gullnál, tá ið hon í C-finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 29.94 sekund, har gullnálatíðin er 29.96 sekund. Persónliga metið hjá Elisabeth var 30.09 áðrenn hetta, frá Edinburgh International Swim Meet í mars í fjør.
Lea Osberg Højsted (2007) úr Ægir setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2023 svam seg til úrslitið 34.01 sekund. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 34.31, frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sí úrslitalistan á Swimify
Nú fyrrapartin var triðja rúgva av innleiðandi riðlum avgreidd á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Føroyingar svumu seg til eini trý finalupláss, umframt at eini fýra persónlig met vórðu sett.
Næsta umfar av finalum var í kvøld á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Sí yvirlitið her
Continue reading Føroysk úrslit næsta kvøld á Danish Open 2023
Eitt avstralskt lívbjargingar-svimjifelag hevur skapt eina ávísa øsing, tí at tey hava sett forboð um at vera nakin í teirra brúsu- og skiftirúmum. Orsøkin til hesa reglu, siga fyriskipararnir vera, at verja børnini. Lesið t.d. CNN
Hendan søgan er frá 30. mars, so tað burdi ikki verið ein aprílsøga
Føroyingar hava roynt seg aftur í morgun á Danish Open 2023, og varð tað til eini trý finalupláss, umframt eini fýra persónlig met.
16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár nýtt heimsmet (og juniorheimsmet) í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM svam seg til úrslitið 4:25.87. Ungarska Katinka Hosszu átti nú farna heimsmetið á 4:26.36, frá tá ið hon vann gull á OL í Rio í 2016.
Fyrstu finalur vóru í kvøld á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk ókey – Elisabeth og Eyðrið svumu niður ímóti tíðunum frá í morgun, og Jóhanna setti persónligt met
So er Danish Open 2023 byrjað, við luttøku av eisini 13 føroyskum svimjarum. Nøkur finalupláss er tað blivið til, og eisini persónlig met; men kappingin er sum væntað rættiliga hørð.