Heini 4:03.67 og gullnál í 400 frí

Heini M. Askham (2006) úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til gullnál í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í B-finaluni rakk tíðina 4:03.67, har gullnálatíðin hjá okkum er 4:04.41. Hetta í harðari kapping við liðfelagan Líggjas Joensen (2008) sum svam 4:03.57, men sum longu hevur gullnál. Teir báðir endaðu sum nr 1 og 2 í B-finaluni, og eru nú nr 4 og 5 av øllum føroyingum nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen, Óla Mortensen og Alva Hjelm. Sí úrslitalistan her á Swimify

Heini M. Askham á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

5 føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2024 í dag

Tað gongur uppá stás í Bellahøj, har føroyingarnir hava betrað seg gott og væl aðruhvørja ferð tey eru lopin í hylin. Nú seinnapartin skulu hesi royna seg í finalum:

  • Heini M. Askham (2006) úr Ægir í B-finalu í 400 frí
  • Líggjas Joensen (2008) úr Ægir í B-finalu í 400 frí
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS í B-finalu í 100 bringu
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr HS í B-finalu í 200 rygg
  • Bjarta í Lágabø (2009) úr SuSvim í C-finalu í 200 rygg

Úrslitini hjá føroyska landsliðnum síggjast øll her á Swimfy

Føroyska landsliðið á Danish Open 2024. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading 5 føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2024 í dag

Elisabeth 29.47 og føroyskt met í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú seinnapartin at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open 2024 svam seg til úrslitið 29.47. Signhild Joensen átti føroyska metið á 29.54 sekund, frá EM í Glasgow í 2018. Úrslitið hjá Elisabeth rakk til eitt fjórðapláss í kappingini, og gevur tíðin hartil yvir 750 AQUA-stig, sum er kravið til EM 2024. Sí úrslitalistan her á Swimify

Elisabeth Erlendsdóttir á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Isak 2:07.41 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði aftur nú seinnapartin at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í A-finaluni svam seg til 2:07.41, har metið hjá honum frá innleiðandi í morgun var 2:07.42. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak Brisenfeldt á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Isak 2:07.42 og stórt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til A-finalu við tíðini 2:07.42. Hann átti sjálvur juniormetið á 2:09.50, frá Reykjavík International í januar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Sera góður annar dagur á Danish Open 2024

Tey eru nú komin í helvt við Danish Open 2024, og er tað bara gingið heilt væl hjá føroyska landsliðshópinum. Til nú hava 7 av 15 betrað seg í onkrum, og nøkur fleiri ferðir so at samlaða talið er 17 betringar í 30 royndum. Tey hava svomið seg til 6 finalupláss, og hartil er 1 føroyskt met sett, umframt 3 føroysk juniormet.

Úrslitini hjá landsliðnum síggjast øll her á Swimify

Continue reading Sera góður annar dagur á Danish Open 2024

Líggjas 1:53.20 og nýtt stórt føroyskt juniormet í 200 frí

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir megnaði aftur í kvøld at seta juniormet í 200 frí, tá ið hann í B-finaluni í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 1:53.20. Stór betring í mun til juniormetið hjá honum frá innleiðandi riðlunum í morgun á 1:53.83, og nú heili 2.01 sekund skjótari enn metið sum til í dag var 1:55.21 frá 2012. Sí úrslitalistan á Swimify

Líggjas á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Jóhanna Ólavsdóttir 2:27.30 og flott føroyskt met og juniormet í 200 firvald

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2024 svam teinin uppá 2:27.30. Vár E. Eidesgaard átti føroyska metið á 2:27.37, frá FM á langgeil í 2019, meðan Jóhanna sjálv átti juniormetið á 2:27.69 frá Reykjavík International í januar. Sí úrslitalistan her á Swimify

Jóhanna Ólavsdóttir á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Líggjas 1:53.83 og stórt føroyskt juniormet í 200 frí

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir setti nú fyrrapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til B-finalu við tíðini 1:53.83. Magnus Jákupsson átti metið á 1:55.21 frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í 2012. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas á Danish Open 2024. Signhild Rannváardóttir eigur myndina

Úrslit frá fyrstu føroysku finalum á Danish Open 2024

Tey bæði Elisabeth Erlendsdóttir (2005) og Isak Brisenfeldt (2006) royndu seg í kvøld í finalum á Danish Open 2024, bæði úr Havnar Svimjifelag. Elisabeth svam 1:04.70 í 100 rygg, har tilmeldingartíðin hjá henni var 1:03.28, og Isak svam 56.70 í 100 firvald har tilmeldingartíðin hjá honum var 57.14. Sí úrslitini her á Swimify