Elisabeth kappast á Georgia Tech Invite í vikuskiftinum

Elisabeth Erlendsdóttir fer í vikuskiftinum at royna seg á Georgia Tech Invite í heimahyli í McAuley Aquatic Center í Atlanta, Georgia, sum var har m.a. kappsvimjingin var á OL í 1996. Elisabeth skal royna seg í 50 yard frí, 100 yard rygg og 200 yard rygg, úrslit fara at síggjast á Meet Mobile

Nýggj ráðgeving undir ÍSF

Ein nýggj ráðgeving, nevnd Tryggur ítróttur, sum skal stuðla undir trygd og trivnaði í ítróttafelagsskapum, er júst latin upp. Ráðgevingin er ætlað feløgum, íðkarum, foreldrum og øðrum, ið hava spurningar ella ivamál um trygd og trivnað. Ein royndur ráðgevi er settur – og Betri Trygging er høvuðsstuðul.

Continue reading Nýggj ráðgeving undir ÍSF

Aðrir ársins heiðrar í 2024

Íðkaranevnd SSF hevði fingið í lag nakrar heiðrar afturat til íðkarar og felag, til gallaveitsluna nú leygarkvøldið hin 16. november 2024.

Aðrir ársins heiðrar 2024. Frá vinstu Petur Heðin á Fløtti vegna Líggjas Joensen, Jórun Winther, Marlon Kjærbo vegna SuSvim, Bjørg Ólavsdóttir vegna Jóna J. Strøm. og Bartal E. Eidesgaard
Continue reading Aðrir ársins heiðrar í 2024

Minst 11 svimjarar klárir til Oyggjaleikir 2025

Hetta var eitt øgiligt FM sum vit høvdu í vikuskiftinum, við nógvum metum og góðum tíðum yvirhøvur. Ein avleiðing er, at vit nú hava minst 11 svimjarar sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney, sambært innsendu fráboðanum.

Photo courtesy of Delaina HaslamCC BY 2.0
Continue reading Minst 11 svimjarar klárir til Oyggjaleikir 2025